Nýggi skiparin sær ljós fyri framman

Nýggi nevndarformaðurin í Smyril Line er bjartskygdur um støðuna hjá felagnum. Thomas Magnussen roknar við, at í 2006 sæst veruliga úrslitið av teimum tiltøkum, sum leiðslan á Smyril Line hevur sett í verk seinastu mánaðirnar

Stór reyð tøl ræða ikki Thomas Magnussen.
Maðurin, sum seinnu árini serliga hevur verið í andglettinum í sambandi við lønarsamráðingar hjá tí almenna, hevur nú tikið við einari stórari uppgávu í føroyskum vinnulívi.
Hann er blivin nevndarformaður í Smyril Line, sum hevur verið í tungum sjógvi seinastu tvey árini.
Fíggjarstøðan hjá Smyril Line hevur ikki verið góð, og tá ið Thomas Magnussen í farnu viku varð valdur í nevndina hjá felagnum, kundi leiðslan samstundis leggja ein roknskap fram, sum vísti eitt hall á 24 milliónir í 2004 ? hallið er samanlagt 59 milliónir fyri seinastu tvey árini.
? Nýggi stjórin og nýggja nevndin í Smyril Line kunnu ikki skapa nakað undur, men tað ber til at venda gongdini, hóast tað tekur tíð, sigur Thomas Magnussen.

Juristur hjá tí almenna
42 ára gamli Thomas Magnussen tók í 1991 løgfrøðiligt embætisprógv frá Københavns Universitet. Hann hevði í lestrartíðini arbeitt í danska Fiskimálaráðnum sum studentarhjálp, og hann varð eina tíð knýttur at forlagnum Weilbach & Co., sum ger »Fiskeriårbogen«.
Í 1991 fór Thomas Magnussen í starv hjá tí almenna. Hann gjørdist fulltrúði í fyrisitingini, og har arbeiddi hann fram til 1997. Í tvey ár var hann tó burtur frá, tí hann var fyribils settur stóri á Strandfaraskipum Landsins.
Í 1997 gjørdist hann deildarstjóri á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, og hann hevði ábyrgdina av øllum lønarmálum hjá landinum ? millum annað sáttmálasamráðingar og ráðgeving um starvsfólkmál.
Nú er Thomas Magnussen leiðari fyri Skeiðsdepilin á Føroya Handilsskúla í Havn.

Fyrimunir og vansar við útskifting
Thomas Magnussen var á aðalfundinum hjá Smyril Line í farnu viku valdur í nevndina hjá felagnum, og løtu seinni komu boðini um, at hann varð nýggjur nevndarformaður, eftir at Klæmint Weihe hevði takkað fyri seg í nevndini.
? Hetta er ein stór og spennandi uppgáva. Smyril Line er eitt sterkt felag við dugnaligari leiðslu og góðum starvsfólkum, og eg eri vísur í, at tað ber til at venda gongdini hjá felagnum, sigur Thomas Magnussen.
Tríggir av fýra nevndarlimum vóru skiftir út á aðalfundinum hjá Smyril Line hósdagin, og tað eru bæði fyrimunir og vansar við eini slíkari útskifting, heldur nevndarformaðurin.
? Tað er kanska ein fyrimunur, at tað kemur ein frísk nevnd við nýggjum vinklum í felagnum, men nevndin missir tó eisini nakað við, at tríggir nevndarlimir fara í senn. Eg vil tó siga, at royndirnar liggja eftir í nevndini, tí Jónas Hallgrímsson hevur verið næstan frá byrjan, sigur Thomas Magnussen.
Leiðslan í Smyril Line hevur longu tikið ítøkilig stig til at venda gongdini í felagnum, og nevndarformaðurin roknar við, at hetta fer at geva úrslit.
? Í ferðavinnuni verður arbeitt við longum tíðarhorisonti, og tí rokni eg við, at fulla effektin av teimum stigum, sum leiðslan hevur tikið, fæst í 2006, og tá rokni eg eisini við, at gongdin hjá felagnum er vend, sigur Thomas Magnussen

***

Nýggja nevndin

Tríggir av fýra nevndarlimum í Smyril Line vóru skiftir út á aðalfundinum í farnu viku. Klæmint Weihe, nevndarformaður, Jens Kári Vilhelm og Morgan Goodlad tóku ikki við afturvali. Nýggja nevndin sær tí soleiðis út:

Thomas Magnussen, formaður
Sandy Cluness
Edvard Heen
Jónas Hallgrímsson

Stjóri er Jan Walle

Úrslitið hjá Smyril Line í 2004 var eitt hall á 24 milliónir krónur


****

Fakta

Navn: Thomas Magnussen
Aldur: 42 ár
Hjúnarstøða: Sambúgvandi, trý børn
Útbúgving: Løgfrøðingur
Starv: Leiðari á Skeiðsdeplinum
Starvsroyndir: Deildarstjóri á Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum, stjóri á Strandafaraskipum Landsins, fulltrúði í fyrisitingini, v.m.