Nýggi skúlin í Havn er longu ov lítil

Í summar verður ein loysn funnin, so at øll børnini sleppa inn - men so skal ein onnur loysn finnast

Tað er nú greitt, at tað verða fýra fyrstu flokkar í Skúlanun á Fløtum næsta ár. Tað hevur Tórshavnar Býráð samtykt í kvøld. Tað merkir, at øll børn, sum eru skrivað inn at byrja í fyrsta flokki at í summar, sleppa í Skúlan á Fløtum at ganga.

Annars eru bara tríggir flokkar í hvørjum árgangi á skúlanum, so býráðið ætlaði at flyta ein flokk í aðrar skúlar í Havn. Tað hava hava foreldrini mótmælt og tað hevur býráðið lurta eftir og tikið til eftirtektar.

Men tað er eisini greitt, at tað verður bara næsta ár, at tað vera fýra flokkar í fyrsta flokki í Skúlanum á Fløtum, tí skúlaárið 2022-2023, skal ein onnur loysn finnast, so at tað aftur verða trý spor á skúlanum. Men tey børnini, sum byrja í fyrsta flokki í ár, halda fram á Fløtum alla skúlagongdina.

Býráðið fer nú í samráðingar við skúlaleiðsluna um, hvussu tann fjórði flokkurin skal hýsast, um tað verður inni á sjálvum skúlanum, ella um tað verður í eini barakk uttan fyri skúlan.

Tað er frítt skúlaval hevur verið í Tórshavnar kommunu og tað vísti seg, at óvanliga nógv foreldur vildu hava børnini í nýggja skúlan á Fløtum, eisini foreldur í vesturbýnum, og aðrastaðni í kommununi. Og sostatt varð hann longu ov lítil.

Sostatt verður tað fría skúlavalið nú avmarkað, tí nú skulu børnini, í mestan mun, í skúlan, sum tey búgva nærmast við.