Eyka býráðsfundur hjá Tórshavnar Kommunu var í fyrrakvøldið. Eittans mál var á skránni. Nevniliga málið um at byggja nýggjan skúla á Hamrinum á Argjum.
Í eina tíð hevur arbeiði verið gjørt við at byggja nýggjan skúla á Argjum, serliga er málið kent fyri ein spronging, ið var gjørd fyri kortum, tá okkurt ikki gekk eftir vild, og grót fleyg inn í hús í grannalagnum.
Møtt á fundinum vóru allir limir í býráðnum, uttan Bjarti Mohr. Avgerast skuldi, hvussu arbeiðið skuldi fara fram, hvør skuldi byggja og hvat skúlin skuldi kosta.
Á fundinum var avgjørt at skúlin verður bygdur av Articon, og avgjørt var at seta ein fastan prís uppá umleið 146 milliónir, sum er 16 milliónir hægri enn tilboðið Articon bjóðaði og 3 milliónir hægri enn prísmetingin.
Tvær fasur
Ætlanin er at skúlin skal byggjast í tveimum byggistigum og skal líkjast nýggja skúlanum á Løgmannabreyt.
Fyrsta byggistig skal vera liðugt til skúlabyrjan í næsta ár. Ætlanin er, at næmingarnir í fyrsta til triðja flokki skulu vera í fyrsta stignum.
Í endaliga skúlanum skal tó vera pláss fyri 18 flokkum. Tað vil siga, ein skúli við tveimum breytum við næmingum frá fyrsta til níggjunda flokk.
Projekteringin samtykt
Á fundinum í fyrrakvøldið vóru seks milliónir setta av til projektering og annað fyrireikandi arbeiði, og málið skal takast aftur til viðgerðar í desemburmánaði.
Fyri at játta peningin vóru øll, ið møtt vóru, uttan Høgni Mikkelsen og Jan Christiansen, ið ikki greiddu atkvøðu.
Sum nevnt, fara bygningarnir at kosta 146 milliónir tá teir verða lidnir, men áðrenn skúlin kann takast í nýtslu, skulu bygningarnir eisini fyllast við hentleikunum, ið krevjast til at nýggjan skula. Tá skúlin verður tikin í nýtslu er ætlanin, at hann skal kosta 191 milliónir krónur.
Ein alneyðug íløga
Sambært Heðini Mortensen er talan um eina alneyðuga íløgu, sum hevur ligið á láni í 30-35 ár.
- Vit valdu at prioritera á tann hátt, at fyrst skuldi fáast skil á ansingarplássini, síðani skúlarnir og at enda eldra økið. Nú eru vit so við hesum skúlanum og tí á Løgmannabreyt komin nakað ávegis við skúlabyggingunum í Kommununi, og hóast hetta er ein stór íløga, er hon alneyðug fyri trivnaðin í býnum, sigur borgarstjórin í Havn.










