Niels Kreutzmann er 38 ár, útbúgvin cand. merc. og hevur drúgvar royndir innan ferðavinnu. Hann kemur úr einum starvi sum marknaðarstjóri hjá Bornholms Trafikken, har hann hevur starvast síðani august 2000.
Áðrenn hetta var Niels Kreutzmann marknaðarstjóri í Grønlandsfly í trý ár, har hann starvaðist í tilsamans 13 ár, áðrenn hann kom til Bornholms Trafikken. Niels Kreutzmann hevur sitið í ovasta leiðslubólkinum í báðum feløgum og hevur tilsamans sjey ára royndir sum marknaðarstjóri innan skipa- og flogferðslu.
Niels Kreutzmann, sum er uppvaksin í Nuuk, hevur føroyska konu og hevur verið nógv í Føroyum bæði privat og í ferðavinnuhøpi, haðani hann eisini hevur góðan kunnleika um ferðavinnuna í Norðuratlantshavi.
- Hesa fyrstu tíðina fari eg at brúka til at fylgja teimum ætlanum, sum Smyril Line hevur lagt fyri hetta árið, og síðani fari eg at seta út í kortið fyri 2005, sigur Niels Kreutzmann.
Saman við Óla Hammer, stjóra, fer nýggi sølu- og marknaðarstjórin hjá Smyril Line eisini at brúka komandi tíðina til ferðast runt til agentar og tosa við starvsfólkini á teimum ymsu deildunum hjá felagnum.
Nevndin í Smyril Line samtykti í november í fjør at søkja eftir einum sølu- og marknaðarstjóra við altjóða royndum og hollari útbúgving á økinum. Hetta varð gjørt eftir tilmælum í eini eftirmeting av søluni og marknaðarføringini hjá felagnum, sum norðurlendska ráðgevandi fyritøkan, Ementor, og føroyska, Fjølmiðlaráðgevingin, gjørdu.