Nýggi Ronaldo kann loysa Nani av

James Rodriguez verður kallaður suðuramerikanski Christiano Ronaldo og kann verða maðurin, sum skal avloysa Nani í Manchester United.

 

Tað skrivar Daily Mirror.

 

Nani hevur í longri tíð verið á veg út í Manchester United, og hann er fleri ferðir settur í samband við Juventus men eisini AC Milan hevur víst áhuga. Samstundis er hann gliðin longri og longri frá byrjunar uppstillingini í United.

 

Sir Alex Ferguson er eisini eftir øllum at døma til reiðar at selja Nani, tí felagið og portugisarin ikki kunnu semjast um ein nýggjan sáttmála.

 

Og nú hevur Ferguson so peika sær kolumbianska kantspælaran James Rodriguez út sum avloysara fyri Nani.

 

Portoleikarin hugsar tó bert um at gera tað gott fyri verandi felag.

 

- Øll vita, at Manchester United er eitt ótrúligt felag, og Ongland hevur eina framúr kapping. Men beint nú hugsi eg um Porto. Vit klára okkum væl, og persónligt havi tað gott, sigur Rodriguez.

 

21 ára gamli leikarin kom til Porto frá argentinska Banfield í 2010.