Nýggi Paamiut liðugur um tvey ár

Sáttmáli er nú undirskrivaður við sponsku skipasmiðjuna Balenciaga um at byggja nýggja rannsóknarskipið.

 

Grønlendski Náttúrustovnurin skal hava eitt nýtt skip, sum skal avloysa fyrrverandi rannsóknarskipið, Paamiut. Nýggja skipið verður 61 metrar langt, og tað verður styrkt móti ísi.

 

Skipið er teknað av norska felagnum, Skipsteknisk, sum frammanundan hevur teknað fleiri arktiskar trolarar. Náttúrustovnurin í Grønlandi hevur gjørt sáttmála við sponsku skipasmiðjuna Balenciaga um at byggja rannsóknarskipið.

 

- Grundarlagið undir sáttmálanum er ein verklagsjáttan hjá Grønlendska heimastýrinum og stuðul frá Aage V. Jensens Fonde á tilsamans 235 miljónir krónur, skrivar Náttúrustovnurin í Grønlandi í tíðindaskrivi.

 

Lagt verður aftrat, at byggingin av skipinum er boðin út víða um, men valið um byggingina fall á sponsku skipasmiðjuna, sum eisini hevur bygt skip fyri eitt nú Royal Greenland og Royal Arctic Line umframt, at skipasmiðjan hevur bygt skip fyri privat reiðarí í Grønlandi.

 

- Høvuðsendamálið við skipinum er at trygga vísundaliga grundarlagið undir góðari fiskifrøðiligari ráðgeving og burðardyggari umsiting av tilfeinginum, sigur Náttúrustovnurin í Grønlandi, sum leggur aftrat, at nýggja skipið verður við í arbeiðsætlanini hjá stovninum frá várinum 2021 at rokna.