Nýggi Paamiut liðugur næsta vár

Nýggja havrannsóknarskipið verður munandi betri útgjørt til eftirlits-og granskingaruppgávur enn gamli Paamiut var.

 

 

Nýggja havrannsóknarskipið hjá grønlendska heimastýrinum, sum skal loysa gamla Paamiut av, verður ætlandi sjósett næsta var. Skipið, sum verður 61 metrar langt, verður bygt og sponsku skipssmiðjuni, Balenciaga S.A.

Tað er norska fyritøkan - Skipsteknisk - ið hevur teknað skipið, sum verður fíggjað við einari verklagsjáttan hjá grønlendska heimastýrinum og við stuðli frá Aage V. Jensens Grunninum. Samlaði kostnaðurin verður 235 miljónir krónur.

Sambært Sermitsiaq verður skipið munandi betri útgjørt til eftirlits-og granskingaruppgávur enn gamli Paamiut var, og skipið fer eisini at hava ein sonevndan søkkkjøl í samband við ekkólodding.