Á jólum kunngjørdi NSÍ, at felagið hevði skrivað undir sáttmála við 31 ára gamla Alfred Sankoh úr Sierra Leone. Hann hevur spælt í bestu norsku deildini og í bestu turkisku deildini, og hann hevur eisini spælt 14 dystir fyri landsliðið hjá Sierra Leone.
Alfred Sankoh spældi seinast við Notodden í næstbestu norsku deildini, og í samrøðu við BBC avdúkar hann, at tað var lønarspurningurin, sum lokkaði hann til Føroya og NSÍ.
- Eg eri nøgdur við at hava valt Føroyar, tí lønirnar her eru nógv betri enn í teimum tilboðunum, sum eg fekk frá feløgum í næstbestu norsku deildini, sigur hann.
- Eg eri blivin 31 ára gamal, so eg havi tørv á betri lønum heldur enn góðum deildum. Nýggja felagið (NSÍ, red.) gav mær ein longri sáttmála áljóðandi tvey ár, og so sleppi eg eisini at spæla undankapping í Europa League, grundgevur hann víðari.
Alfred Sankoh er sentralur miðvallari, og hann hevur verið víða um. Seinastu fimm árini hevur hann spælt fótbólt í Turkalandi, Aserbadjan, Saudi Arabia, Oman og Noregi.
Í samrøðuni við BBC sigur hann eisini, at hann er fallin væl til í Føroyum, og at hann skilir hvat tað verður sagt. Hann dugir norskt og skilir eisini danskt.











