Nýggi miðvallarin hjá AC Horsens vitjaði fótbóltspanelið

(Sending frá Rás2) Hallur Hansson greiddi frá skiftinum til AC Horsens, og tosaði eisini um landsliðið og EM-endaspælið

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tann partin av fótbóltspanelinum á Rás2, har føroyski landsliðsspælarin Hallur Hansson vitjaði sendingina. Tróndur Arge var vertur.

 

Tróndur Arge og Hallur Hansson umrøddu skiftið hjá Halli úr Vendsyssel FF til AC Horsens, sum skal spæla í bestu donsku fótbóltsdeildini komandi kappingarár. Hallur Hansson tók eisini samanum tíðina hann hevur verið í Vendsyssel FF.

 

Prátið við Hall Hansson snúði seg eisini um landsliðið, og EM-endaspælið í fótbólti. Har avdúkaði Hallur Hansson, at hann stuðlar teimum smáu londunum, og heldur við Íslandi í EM-endaspælinum. 

 

(Tað ber ikki til at taka lut í sms-kappingini, sum verður umrødd, tí hon endaði klokkan 16.55)