Nýggi maðurin visti av ongum

Bergur Midjord var sera bilsin, tá hann seint leygarkvøldið fekk boð um, at hann skal við í ferðalagnum, sum týsmorguin setir kósina móti Ísrael

Nýggjur landsliðsspælari

Tað var ikki fyrr enn seint leygarkvøldið, at Bergur Midjord fekk boðini um landsliðsúttøkuna. Skrivstovan hjá FSF hevði til fánýtis roynt at fingið fatur á honum, og at enda vórðu boð løgd heima hjá foreldrunum, um at spælarin skuldi seta seg í samband við FSF sum skjótast.
- Hesum hevði eg so slettis ikki rokna við, so tað var avgjørt eitt gott yvirraskilis at fáa, helt fegni spælarin, tá hann hevði fingið boðini.
Við góða spæli sínum gjøgnum alt árið hevur hann annars gjørt fólk flest varug við, at ein komandi landsliðsspælari kanska var í væntu. Og ikki minst man tað hava talt rætta vegin, at hann eisini er ein av spælarunum, sum gjøgnum øll ungdómsárini hevur umboðað Føroyar. Nakað sum eisini ber við sær, at landsliðsvenjararnir fleiri ferðir hava sæð hann í altjóða dysti.
Spurdur, hvørjar orsøkir hann dugdi at síggja til úttøkuna, visti Bergur ikki reiðiliga, hvat hann skuldi svara.
- Tað má væl saktans vera spælið hjá mær í ár. Eg haldi eisini sjálvur, at tað hevur gingið hampuliga væl, men at tað skuldi røkka so langt longu nú, hevði eg ikki droymt um. Og beint nú eri eg bara fegin um at hava fingið slíkt heraklapp, staðfesti hann.

Trívist á grasi
Bergur er annars ein av teimum fáu heimligu spælarunum, sum tykist trívast best á grasi. Hetta var eitt nú sjónligt í UEFA-Cup dystunum hjá B36, har hann í trimum førum var millum allar bestu spælararnar hjá B36, og har hann eisini skeyt trý mál í trimum dystum.
Eginleikin at hugsa skjótt og flyta seg skjótt - bæði við og uttan bólt - kemur her enn betri til sjóndar, enn hann ger tað á grasinum, og longu í fjør gav hann eisini boð um hetta, tá B36 spældi móti letlendska Metallurgis.
Sjálvur var hann ikki ósamdur í, at hann trívist væl á grasi.
- Tað dámar mær betri enn graslíki. Og tað gekk eisini gott í UEFA-Cup dystunum, har sjálvsálitið eisini fekk eitt skump við málunum, sum eg skeyt.
- Men her og nú ræður um at gloyma hetta eina løtu. Vit hava eina uppgávu móti KÍ í morgin, tað er fyrst og fremst hana, sum eg nú fari at hugsa um, staðfesti nýggi landsliðsmaðurin altso leygarkvøldið.