Nýggi maðurin skoraði sigursmálið

Einki leyp av hjá NSÍ, sum er á veg úr Fuglafirði við teprum sigri

Tað gekk, sum tað varð roknað við, tá ið ÍF í kvøld hevði vitjan av NSÍ.

NSÍ er á veg úr Fløtugerði við øllum trimum stigunum. NSÍ vann 1-0, og tað var nýggi miðvallarin hjá teimum í Runavík, Jesper Flinck Christjansen, sum skoraði málið, tá ið ein hálvur tími var farin.

Spælbýtið var ikki so ójavnt. ÍF misti liðformannin, Jan Ó. Ellingsgaard, longu, tá ið eitt lítið korter var farið. Tað bar við sær, at Hákun Edmundsson varð fluttur aftur í miðverjuna, meðan Philip Djordjevic varð skiftur inn í framrættaðan leiklut.

ÍF var ikki so nógv minni á bóltinum enn gestirnir, men tað gekk meiri striltið hjá heimamonnunum at vinna seg til upplagdar møguleikar, enn tað var hjá gestunum.

NSÍ hevði fleiri heilt góðar málmøguleikar, og NSÍ hevði fleiri royndir framvið málinum, meðan ÍF fleiri ferðir var í góðum støðum, uttan at tað leingi eydnaðist at vinna heilt upplagda málmøguleikan.

Sum seinni hálvleiki leið, var tað nærri við, at NSÍ fór at økja um leiðsluna, enn tað var fyri, at ÍF fór at javna. Tá ið tað framvegis bara var eitt mál á muni, so var spenningurin øgiligur, inntil síðsta bríksl, og tá ið tað restaðu tíggju minuttir, var tað um reppið, at ÍF javnaði. Dánjal á Lakjuni tamdi eitt sindur í høgru bóltin væl eftir framlegging úr vinstru, hann sneiddi seg leysan og smekkaði til av brotsteigarmarkinum, men bólturin fór væl omanfyri málið, og fýra minuttir seinni bjargaði ÍF dygst frammanfyri málstrikuna, tá ið innskifti Sámal Joensen royndi seg úr stuttari fjarstøðu eftir innlegg úr høgru.

 

ÍF – NSÍ 0-1 (0-1)

0-1: Jesper Christjansen 30.

Dómari: Eiler Rasmussen

ÍF – NSÍ 0-1 (0-1)

0-1: Jesper Flinck Christjansen 30.

Dómari: Eiler Rasmussen

ÍF: Jákup Nolsøe Olsen – Sjúrður Pauli Nielsen, Jens Joensen, Jan Ó. Ellingsgaard (Phili Djordjevic, 14.), Ari Ó. Ellingsgaard  – Karl Løkin, Hákun Edmundsson  – Hans Jákup Lervig, Gundur E. Petersen, Dánjal á Lakjuni (Sámal Joensen, 84.) – Uros Stojanov

Gult kort: Jens Joensen

Venjarar: Hans Jørgen Djurhuus og Ólavur Larsen

NSÍ: Tórður Thomsen – Jákup Jakobsen, Jóhan Troest Davidsen, Oddur Á. Højgaard, Rógvi Egilstoft Nielsen – Mórits Heini Mortensen, Betuel Hansen (Búi Egilsson, 44.), Jesper Christjansen, Jann J. Benjaminsen – Steffan A. Løkin, Klæmint A. Olsen

Gult kort: eingin 

Venjari: Glenn Ståhl