Lógaruppskotið um samanlegging av Fróðskaparsetrinum, Læraraskúlanum og Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum hevur verið á landsstýrisfundi í morgun og fer nú til hoyringar.
Nú er fyrireikandi arbeiðið at leggja saman Fróðskaparsetur Føroya, Føroya Læraraskúla og Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya komið so mikið langt, at uppskot um lóg fyri nýggja stovnin er liðugt. Lógaruppskotið hevur í morgun verið á landsstýrisborði, og í dag verður tað sent til hoyringar hjá avvarðandi stovnum og feløgum.
Ætlanin er, at nýggi stovnurin skal vera sjálvsognarstovnur, sum verður stýrdur av stýri, sum verður mannað við umboðum fyri starvsfólk og lesandi, og har meirilutin verða uttanhýsis limir, sum landsstýrismaðurin í mentamálum velur. Ein av uppgávunum hjá stýrinum verður at seta rektara, sum fær víðar heimildir.
Ætlanin er, at nýggi stovnurin í gransking og undirvísing skal verða ein týðandi drívmegi í føroyska samfelagnum og harvið eisini vera debatskapandi. Hartil skal nýskipaði stovnurin samstarva við samfelag og vinnu og tryggja, at tann vitan, ið verður savnað og skapað á stovinum, kemur øllum samfelagnum til góðar.
Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, fegnast um, at arbeiðið nú er komið so mikið langt, at allar orsøkir eru at rokna við, at lógin kann verða lýst í hesum árinum. Hann heldur tað eisini vera týdningarmikið, at Løgtingið fær góða tíð og góðar umstøður at viðgera lógaruppskotið.
Hetta uppskotið er í tráð við samgonguskjalið og eisini Visjón 2015. Tað ber eitt nú við sær, at allar útbúgvingarnar verða skipaðar sambært Bologna-yvirlýsingini. Hetta fer at lætta munandi um í samskiftinum millum føroyska undirvísingar- og granskingarumhvørvið og stovnar og skúlar uttan fyri Føroyar, har tað verður granskað og undirvíst, sigur Jógvan á Lakjuni. Landsstýrismaðurin ivast ikki í, at samanleggingin fer at gagna øllum trimum stovnum og teimum lesandi við tað, at vit fáa ein nýggjan sera sterkan stovn við tí besta frá øllum trimum stovnum við granskingargrundaðari undirvísing á hægsta altjóða stigi og høgt raðfestari gransking. Hetta fer at gagna teimum økjum, ið skulu taka ímóti teimum, sum taka prógv, og hetta fer at gagna samfelagnum í eini framtíð, har eftirspurningurin eftir vælútbúnari arbeiðsmegi verður stórur.
Tey, sum hava fyrireikað lógaruppskotið, eru Jóannes Dalsgaard, deildarstjóri í Mentamálaráðnum, formaður, Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, Jóannes Hansen, rektari á Føroya Læraraskúla, og Súsanna Mortensen, rektari á Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya. Skrivarar hava verið Annika Sølvará, skrivari á Fróðskaparsetri Føroya, og Kristianna Sjóvará Jacobsen, fulltrúi, sum Jørgen Meitilberg, fulltrúi, loysti av fyrr í ár.
Tórshavn, 18. september 2007
Mentamálaráðið