-Eg havi arbeitt bæði í Danmark, Noregi og her í Føroyum. Út frá tí, eg havi upplivað, tori eg at siga, at vit í Føroyum hava eitt sera gott útgangsstøði til eitt gott heilsuverk. Vit hava á mangar mátar nógv meiri rutinu enn í grannalondum okkara, sigur Tummas í Garði.
Hetta við tí góða útgangsstøðinum hevur hann ikki minst upplivað í hansara dagliga arbeiði við narkosuni á Landssjúkrahúsinum.
- Ja, tað hevur, satt at siga, verið eitt fornøjilsi at arbeitt saman við teimum, sigur 46 ára gamli Tummas í Garði.
Hann er nú settur sum nýggjur læknastjóri á Landssjúkrahúsinum. Hann tekur við eftir Petur Ellefsen, sum hevur verið virkandi læknastjóri í eina tíð.
Væl fyri fakliga
Og Tummas fer fúsur til verka á Landssjúkrahúsinum, tí hann veit at har finst ein hópur av sera engasjeraðum og góðum starvsfólkum.
-Ja, tað er mín avgjørda fatan at starvsfólkini eru sera dugnalig og eru sera væl fyri fakliga. Jú, vit hava eitt sera gott tilfeingi her á Landssjúkrahúsinum. Eingin ivi um tað, sigur Tummas.
Eitt er at hava hesa vitanina. Spurningurin er so bara, hvussu og um ein fær hildið hesa vitanina viðlíka.
- Soleiðis sum fíggjarstøðan er í landinum í dag, er ikki sannlíkt at Landssjúkrahúsið fær meiri pening. Tí kann tað koma at ganga út yvir endurútbúgvingina av starvsfólkunum. Og tað er neyvan heppið fyri nakran, um hetta støðið fer at lækka í framtíðini, sigur Tummas í stuttum viðtali.
Hann dylir tí ikki fyri, at júst hetta við at viðlíkahalda og menna støðið í útbúgvingini verður eitt av hansara hjartamálum sum læknastjóri.
Tummas í Garði er annars útbúgvin radiomekanikari, hann hevur verið til fiskiskap í Barentshavinum og á heimaleiðum, men fór síðani at lesa medisin í Keypmannahavn, har hann var liðugur í 1991.
Nú er hann so endaður á ovastu rók í trímannaðu leiðsluni á Landssjúkrahúsinum, saman við sjúkrahússtjóranum Poul Geert Hansen og sjúkrarøktarstjóranum Marini Vang.