Nýggi Jupiter komin á Gøtu

Nógv fólk fagnaðu nýggjasta skipinum hjá partafelagnum Vinnuni, sum kom á Gøtu seint seinnapartin fríggjadagin

NÝTT SKIP Á GØTU

Jan Müller

 

Tað var fagnaður í Gøtu fríggjadagin. Til bygdina, sum má sigast at vera nóta- og trolbygdin fram um tær flestu, kom skip, sum ikki hevur verið á víkini áður, og sum gøtumenn nú eiga

Hóast talan ikki var um skipaða móttøku, so var áhugin stórur millum gøtufólk og onnur at síggja skipið, og tey, sum vitjaðu umborð, fingu sjón fyri søgn, at talan er um stásiligt skip, har umstøðurnar hjá manningini verða fínar og betri, enn tær hava verið á skipinum, sum nú er farið úr nóta- og trolflotanum hjá gøtumonnum.

Talan er um skip úr Sandnessjøen nærindis Tróndheimi í Noregi, sum gøtumenn hava keypt í staðin fyri gamla Jupiter. Norska felagið hevur keypt gamla Jupiter, so talan er um býtishandil. Handilin kostar gøtumonnum umleið 40 milliónir krónur.

Navnið á nýggja skipinum hevur inntil nú verið Åkerøy. Nú er hetta navnið sett á gamla Jupiter, og Jupiter navnið er sett á fyrrverandi Åkerøy.

Tað er partafelagið Driftin, sum eigur eigur skipið. Partafelagið Vinnan eigur allan partapeningin í Driftini. Vinnan eigur fýra skip: Tróndur í Gøtu, Finnur Fríða, Saksaberg og Jupiter.

Jupiter, Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu eru bæði nótaskip og trolarar. Saksaberg er nótaskip burturav.

Nýggi Jupiter er eldri enn gamli Jupiter, um tað ber til at siga tað soleiðis. Hetta skipið er bygt í 1994, meðan hin Jupiter er bygdur í 1998.

Kortini verður hildið, at felagið nú hevur fingið eitt betri og meiri hóskandi skip, enn teir høvdu frammanundan. Norska felagið hevur meiri avmarkaðar møguleikar at royna, enn føroyska felagið hevur, og Jupiter, sum nú er farin úr flotanum hjá gøtumonnum, er væl meiri koyrdur, sum tað plagar at verða tikið til, enn tað skipið, sum nú er komið í flotan.

Nýggja skipið er 74,2 metrar til longdar. Gamla skipið er 67,9 metrar langt. Nýggja skipið er 13,6 metrar breitt. Gamla skipið er 12,5 metrar breitt. Nýggja skipið tekur 2500 tons, og gamla skipið tekur góð 1900 tons. Maskinorkan á nýggja skipinum er 7920 HK, og á gamla skipinum er maskinan 7300 HK.

Umstøðurnar hjá manningini eru betri á nýggja skipinum, enn tær vóru umborð á gamla skipinum. Eitt nú fer øll manningin nú at hava sítt egna kamar. Tað hava teir ikki havt higartil.

 

Mintust Martin

Bæði nýggja skipið og Saksaberg, sum lá við bryggju í Gøtu, vóru flaggskrýdd, tá ið Jupiter kom til Gøtu seint seinnapartin fríggjadagin.

At tað ikki var skipað fyri formligari móttøku hesa ferð komst av, at annar av skiparunum á Jupiter, Martin Petersen á Kambsdali, brádliga doyði í ólavsøkuvikuni.

Tá ið skipið var komið at kai, segði Jákup Jacobsen, stjóri, nøkur fá orð og bjóðaði umborð at síggja skipið. Eisini bað hann um, at mannamúgvan mintist Martin Petersen, og tað varð so gjørt. Tað var tøgn í ein minutt, og mannamúgvan mintist skiparan, sum bara var 45 ára gamal, nú tað vóru boð eftir honum.

Enn er ikki greitt, hvør fer at taka ábyrgdina á seg, sum Martin Petersen hevði. Tað eru tveir skiparar við Jupiter. Hin er Emil Petersen úr Kollafirði. Tað var hann, sum var á brúnni, tá ið Jupiter legði at í Gøtu fríggjadagin.

Jupiter skuldi fara á sildaveiðu norðanfyri í dag. Manningin telur tólv menn, og umleið tað tvífalda talið hoyrir til skipið.

Tróndur í Gøtu og Finnur Fríði hava partrolað eftir sild norðuri við Jan Mayn. Teir eru á veg inn við umleið 900 tonsum tilsaman.. Veiðan verður landað til matna. Annað skipið fer at landa í Kollafirði, og hitt er á veg til Noregs.

 

Myndateksti