Christine Lagarde, sum tók við eftir Dominique Strauss-Kahn, skal nú kannast fyri maktmisnýtslu, skrivar norska vg nett.
Lagarde hevur bert verið stjóri fyri IMF í ein mánað. Hon tók við 1. Juli, eftir at Dominique Strauss-Kahn var koystur at leggja frá sær. Hetta hendi eftir at ein stovugenta á einum hotelli í USA ákærdi hann fyri at hava roynt at nyðtikið seg.
Maktmisnýtslan, sum Christine Lagrande skal kannast fyri, skal verða farin fram, meðan hon var fíggjarmálaráðharri í Fraklandi í 2008. Tá skal hon hava góðtikið, at Bernard Tapie, ein fyrrverandi politikari og vinmaður Nicolas Sarkozy, fekk útgoldið tvær milliardir krónur.
Harvið skal hon hava lagt seg út í stríðið millum Tapie og fyrrverandi almenna bankan, Crédit Lyonnaise, og tað var uttan fyri hennara heimild sum fíggjarmálaráðharri.
Lagarde noktar fyri at hava gjørt nakað skeivt, og sambært BBC sigur sakførari hennara, Yves Repiquet, at kanningin ikki fer at ávirka hennara arbeiði.
Hetta kemur á ongan hátt upp á hvørs av hennara starvi sum leiðari av IMF, sigur hann.
Sambært BBC er hon heldur ikki undir illgruna fyri sjálv at hava fingið nakað burtur úr málinum.
Kortini verður mett, at málið setir Christine Lagrande í verri ljós sum IMF-stjóri, skrivar vg nett.