Nýggi formaðurin gleðir seg til val

Eysturoyar Sjálvstýrisfelag hevur valt nýggjan formann

Eysturoyar Sjálvstýrisfelag helt fyri kortum aðalfund, har nýggj nevnd bleiv vald. Nevndin skipaði seg eftir fundin við Bárði Kass Nielsen sum nýggjum formanni.

 

Nýggja nevndin er hendan:


Bárður Kass Nielsen, formaður

Mannbjørn í Grund, næstformaður

Lasse Klein, nevndarlimur og kassameistari

Pól Jákup Poulsen, nevndarlimur og umboð í Landsnevnd

Andrias Jacobsen, nevndarlimur og varamaður í Landsnevndini

Tróndur Ellingsgaard, nevndarlimur

 

Nýggi formaðurin sigur soleiðis um nýggju uppgávuna:

- Vit í nýggju nevndini gleða okkum til at fara til verka. Nógv er á skránni, tvey val standa fyri durum, og verður tískil fari í holt við beinanvegin at fara undir fyrireikingar til hesi valini, sigur Bárður Kass Nielsen.