Nýggi fútin tikið við starvinum

Michael Boolsen tók í gjár við starvinum sum nýggjur fúti eftir at vera settur í mei mánaði.

Nýggi fútin er ikki heilt ókendur við føroysk viðurskifti, tí í árunum 1993 til 1995 arbeiddi hann sum fulltrúi hjá løgregluni í Føroyum.

- Eg vóni, at eg kann geva starvinum nakað við mínum persóni, sigur Michael Boolsen í samrøðu við Sosialin, ið er til keyps í morgin.

 

- Eg fari at seta meg inn í tingini og vita, hvat er broytt, sigur Michael Boolsen, tá spurdur um fyrstu arbeiðsuppgávurnar. 

Michael Boolsen er 57 ár, útbúgvin cand.jur frá universitetinum í Keypmannahavn og tekur við starvinum eftir John Kølbæk.