Nýggi føroyski 500-krónuseðilin

Í dag, 30. november, fáa Føroyar nýggjan 500-krónuseðil. Hesin seðilin er tann fjórði í nýggja seðlaraðnum. Gomlu 500-krónuseðlarnir verða enn í gildi, men verða settir úr gildi so við og við

Myndaevnið framman á nýggja 500-krónuseðlinum er framparturin á einum fjørukrabba. Fjørukrabbin er vanligur í fjøruni allastaðni í Føroyum. Myndaevnið av krabbanum er prentað í koparprenti. Aftan fyri krabban er vatnlitamynd av sandbotni. Myndaevnið aftan á seðlinum er vatnlitamynda av Hvannasundi. Vatnlitamyndina av Hvannasundi hevur Zacharias Heinesen málað.

Nýggi 500-krónuseðilin er 155 x 72 mm. Høvuðsliturin er dustgrønur.

500-krónuseðlilin hevur sum 100-krónuseðilin og 200-krónuseðlilin heilmynd (hologram). Heilmyndin skal saman við hinum trygdunum, vatnmerki og rútatráði við litskifti tryggja, at seðlarnir verða ikki falsaðir.

Seinasti nýggi pengaseðilin ? 1000-krónuseðilin ? kemur væntandi á sumri í 2005.

Gomlu 500-krónuseðlarnir verða enn í gildi, men verða settir úr gildi so við og við