26 ára gamli kekkiski landsliðsmálverjin, Petr Cech er ikki fegin um tann nýggja bóltin, sum skal brúkast undir EM-endaspælinum. ?Tann nýggi bólturin er ikki til at rokna út. Vit kunnu vænta nógv mál frá 30 metra fjarstøðu. Bólturin ferðast so skjótt, at teir hava at kalla onga vindmótstøðu, og teir kunnu skifta rætning hvørt sekund tað skal verða, eisini teir síðstu 5 metrarnar. Tað ringasta fyri okkum málverjar verða allir sjónvarps-frásøgumennirnir, sum fara at siga: ?Also hvat gjørdi málverjin har? Hann hevði jú fatur á bóltinum!?. Tað verður tí lítil hjálp hjá okkum, at vit síggja bóltin tá hann verður skotin úr einari ávísari fjarstøðu.? Stipe Pletikosa, sum er málverji hjá Kroatia er samdur: ?Hesir bóltarnir skifta rætning alla tíðina, serliga tá teir verða skotnir frá einari longri fjarstøðu.? Edwin van der Sar, málverji hjá Hollandi sigur í einari viðmerking: ?At teir sniðgeva ikki bóltar fyri okkum málverjar!? Ricardo, sum verjir málið hjá Portugal sigur: ?Alt, sum kemur fram, og sum er nýtt innan fótbólt verður gjørt fyri at skaða okkum málverjar. Einki verður gjørt, sum er til okkara fyrimun.? Týski Jens Lehman leggur aftrat: ?Tú mást verða djarvur fyri at kunna halda uppá bóltin. Tú mást veruliga verða fegin, um tað bara eydnast tær at forða bóltinum í at fara inn um málstrikuna.? Hava málverjarnir rætt í sínari søk, so kunnu vit vænta nógv mál undir EM-endaspælinum í Sveis og Eysturríki.