Nýggi dómarin í X-Factor stórtrívist

Britney Spears heldur ikki, at allar upptøkuroyndirnar hava gingið eins væl í ársins X-Factor í USA, men henni dámar væl at vera dómari.

 

Seinni í ár verður premieran av næsta umfari av X-Factor í USA við Britney Spears og Demi Lovato sum nýggir dómarar í amerikanska talentshowinum.

 

Upptøkuroyndirnar eru farnar av bakkastokki, og júst sum vit kenna frá øðrum líknandi undirhaldssendingum, so gongst fólkunum rættiliga ymiskt, sum koma til upptøkuroynd. Sum nýggjur dómari er Britney heldur ikki bangin fyri at siga sína hugsan um upptøkuroyndirnar í hesum umfari.

 

- Eg haldi, at vit hava havt nakrar rættiliga løgnar upptraðkanir, sigur Britney við MTV News.

 

- Nøkur hava verið heilt ótrúliga góð, men fyri tað mesta hava upptraðkanirnar verið vánaligar, fortelur Britney. Longu nú tykist hon at kenna seg púra trygga sum nýggjur dómari í vælumtóktu undirhaldssendingini.

 

- Tað er ein fantastisk kensla, tá onkur trínur á pallin framman fyri okkum, og vit so fáa hug til at reisa okkum og klappa, greiðir Britney frá. Sambært poppprinsessuni er tað ein stórur fyrimunur, at hon og Demi eru poppsangarindur og ikki tónleikaframleiðari ella stjóri á einum plátufelag, eins og hinir báðir dómararnir.

 

- Eg haldi, at tað er ein stór hjálp. Vit hava lættari við at seta okkum í teirra støðu og skilja betur, hvaðani tey eru, tí vit hava jú verið í teirra støðu, sigur Britney.