Nýggi CDU-leiðarin er góðsligur og trúgvur – og eitt sindur vinglutur

59 ára gamli Armin Laschet er í dag kosin at standa á odda fyri konservativa CDU flokkinum í komandi týska valstríðnum – sum verður uttan uttan Merkel.

 

Armin Laschet, nýggi leiðarin í konservativa flokkinum CDU í Týsklandi, er svorin evropi og tekur undir við multikulturalismu. Hann hevur lovað at halda fram við kósini hjá Angelu Merkel.

Tann góðsligi 59 ára gamli politikarin varð í morgun valdur at leiða borgarliga miðflokkin í eini tíð, har Angela Merkel hevur boðað frá, at hon leggur frá sær sum samveldiskanslari.

Laschet er nú valdur at standa á odda, tá CDU saman við bayerska systirflokkinum CSU skal til valstríð upp til næsta val til Samveldisdegin í september.

Sum sonur ein námsarbeiðsmann og útbúgving advokatur er Laschet eins og Merkel á politisku miðjuni. Hann hevur verið trúgvur móti Merkel í stjórnartíð hennara.

Tað var hann eisini í flóttafólkakreppuni í Evropa í 2015. Ta ferðina streymaðu flóttar og migrantar inn í Týskland, og meðan nógv vístu ótta, tók Merkel tað meira róligt og boðaði frá: »Hetta klára vit«.

– At gingið í móti Merkel akkurát tá hevði verið skeivt signal at givið, segði Armin Laschet.

Laschet sigst vera ein pragmatiskur, moderatur politikar, sum hevur megnað at halda javnaðarfólkum frá valdinum í Nordreihein-Westfalen – fólkaríkasta stati í Týsklani við næstan 18 milliónum íbúgvum.

Her hevur hann verið forsætisráðharri síðani 2017.

Men vegur hansara til týskan topppolitikk hevur verið alt annað enn lættur. Hann er ofta skírdur at vera á slingrikós. Undir konronukreppuni hava tey funnist nógv at honum fyri vánaliga handfaring av koronufarsóttini.

Í vár trýsti Laschet harðliga á fyri at fáa lætt um tiltøkini, men skifti brádliga kós, tá eitt stórt útbrot á einum slaktaríi varð avdúkað.

Tað vóru eisini rámaskríggj, tá hann segði, at eysturevropar høvdu innflutt koronuvirus til Týsklands.

– Hann er róstur fyri evni síni at sameina, men hann er eisini ákærdur fyri at vera »vinglutur, og viðhvørt impulsligur í sínum gerðum«, skrivar Süddeutsche Zeitung.

Eins á mótvalevnini á valinum í dag er Laschet ein miðaldrandi maður. Hann er giftur katólskt og hevur trý børn.

Hjá fleiri CDU-limum er stjørnan hjá Lanchet bliknað, eftir at hann fór í samstarv við heilsumálaráðharran Jens Spahn, sum er vorðin væl umtóktur undir koronukreppuni.

Í eini grein, sum teir skrivaðu í felag í Der Spiegel, hava teir báðir politikararnir lovað at ment CDU til ein av teimum mest modernaðu flokkunum í Evropa. Og tað varð dentur lagdur á, at leiðsla »ikki er eitt one-man-show.«

Laschet er føddur í Aachen, spabýurin í vestara Týsklandi nærindis Belgia og Hollandi. Honum dámar Karl Mikla, sum fekk heiðurin fyri at hava sameint Evropa, og sum hevði høvuðssæti í Aachen.

Hann hevur tveir synir og eina dóttir. Hann tosar flótandi franskt. Konan, Susanne, hevur røtur í Vallonia.

/ritzau/AFP