Nýggi brunnbáturin á veg

Umbyggingin av Martin, nýggja brunnbátinum hjá Bakkafrosti, skal taka 40 dagar og so er klárt hjá skipinum at fara til verka.

Nýggi brunnbáturin hjá Bakkafrost, Martin, er nú farin í dokk til seinastu umvælingarnar.

 

Bakkafrost keypti herfyri ein nýggjan brunnbát, sum skal røkja nøkunlunda somu uppgávur sum Hans á Bakka. Talan er um skipið Havila Princess, sum felagið keypti í oktobur. Keldur hjá Miðlahúsinum vilja vera við, at prísurin var 25 milliónir krónur.

 

Nú er skipið farið í dokk hjá skipasmiðjuni Havyard í Noregi. Skipið hevur verið í offshorevinnuni og tí mugu ymiskar tillagingar gerast, áðrenn skipið kann nýtast til millum annað avlúsing av laksi. Væntandi taka umvælingarnar 40 dagar.

 

Regin Jacobsen sigur við Miðlahúsið, at ætlanin var at fáa umvælingarnar gjørdar í Føroyum, men tað lat seg ikki gera nóg skjótt.

 

Skipið er uppkallað eftir Martini Jacobsen, ein av teimum trimum brøðrunum á Bakka, sum stovnaðu Bakkafrost. Hans og Róland Jacobsen stovnaðu felagið í 1968, og triðji bróður, Martin Jacobsen, gjørdist partur av virkseminum í 1971.