Nýggi BMW 700 - møguliga broyttur í næstum

Nýggi BMW 700, ið júst nú er komin á marknaðin, er ein so fínur og framkomin bilur, at kundarnir hava ilt við at fylgja við. Fleiri bildesignarar eru ikki nøgdir við útsjóndina á bilinum, sum møguliga verður broyttur í næstum.

 

Bilar

 

Bilar í hesum klassanum eru so dýrir og fínir at teir ikki hava tann stóra áhuga her hjá okkum. Men tað er áhugavert at nýggi BMW 700 fær nógvar atfinningar frá fleiri bildesignarum. Eitt nú sigur kendi týski spióndesignarin, DeLusi, at baklúkan sær út til at vera lænt frá einum øðrum bili, og hóskar ikki til ein so flottan bil sum BMW 700. BMW hava tikið atfinningarnar til eftirtektar, og DeLusi, ið fyrr hevur starvast hjá BMW, er boðin á fund við BMW leiðsluna, har hann skal greiða frá, hvussu hann kundi hugsað sær at bilurin skal síggja út.