Nýggi barnagarðurin í Vági tikin í nýtslu

Í morgun varð nýggi barnagarðurin í Vági, Eikilund, tikin í nýtslu.

- Við hesum er eitt meiri enn 20 ára gamalt ynski hjá borgarum í Vágs kommunu uppfylt, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.

Spakin til nýggja barnagarðin varð settur í september 2011. Økið varð grivið út og gjørt byggiklárt í tíðarskeiðinum eftir hetta.

Í apríl 2012 varð verulig ferð sett á byggingina av nýggja barnagarðinum og í morgun fluttu so fyrstu børnini inn í nýggja barnagarðin.

Í barnagarðinum er vøggustova, barnagarður og frítíðarskúli. Barnagarðurin er til 66 barnagarðsbørn og 24 vøggustovubørn.

Barnagarðurin er einar 530 fermetrar og hann kostar ímillum 8 og 9 milliónir krónur við grundstykki, lendisarbeiði, innbúgvi, spæliplássi.

- Við nýggja barnagarðinum hevur Vágs kommuna tvey sera góð tilboð til foreldur, sum vilja hava børn í ansing, sigur borgarstjórin.

Nýggi barnagarðurin kemur afturat verandi dagrøktarskipan, sum heldur áfram.

Barnaansingin í Vági verður sostatt hereftir skipað soleiðis, at børn undir 3 ár verða í dagrøktarskipanini og í vøggustovuni í nýggja barnagarðinum og børn, sum eru 3 ár og eldri koma at ganga í barnagarði og í frítíðarskúla í nýggja barnagarðinum.