Í morgin, fríggjadagin klokkan 15, verður alment hátíðarhald við nýggja bátahylin í Leirvík í samband við at hann nú er liðugur.
Pláss er fyri 70-80 bátum, sum hava fæst pláss við flótibrúgvarnar, umframt at góð atløgupláss eru til størri og smærri bátar.
Talan var ikki bara um ein bátahyl, men hann er eisini ætlaður at vera eitt vakurt stað, har tey, sum eru við bátum og øll onnur, kunnu hugna sær.
Atløgubryggjurnar eru vakrar og gjørdar úr træi, sum er komið allan vegin úr Afrika og vakrar laðingar eru fram við bátahylinum og í syðra horni er ein fjørutrappa úr føroyskum gróti.
Eldri og rørðslutarnað kunnu eisini ótarnað verða á økinum við bátahylin, sigur kommunan.
Hugsað er um vinnuna og øki er eisini løgd út til vinnu- og tænastuvirksemi. Økið
Samstundis ger kommunan felagshøli og har skulu verða almenn wc og brúsa, serliga ætlað til nýtslu hjá báta- og ferðafólkum.
Bátahylurin kostar 14 milliónir krónur