Nýggi bólkurin Punktum í Glitnir

Nýggji bólkurin Punktum hevur sæð dagsins ljós. Bólkurin, sum er sera lovandi, stendur av Bjørn Djurhuus, Hjalta Joensen, Jóhan á Lakjuni og Jákupi Olsen. Punktum spælir sera fjølbroyttan og góðan dansitónleik.

 

Punktum spældi fyrsti ferð í Glitnir 26. januar og var hetta sera væl eydnað - fólkini tóku væl undir við bólkinum og dansigólvið var á tremur so at siga alt kvøldið.

 

Komandi leygarkvøld 23. februar verður bólkurin so aftur at síggja og hoyra í Glitnir.