Nýggi 7-talsstigin sendur til hoyringar

7-talsstigin er væl á veg, tí nú hevur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, sent hann til hoyringar. Nú tað líður væl við arbeiðinum at orða nýggjar námsætlanir í øllum lærigreinum til bæði fólkaskúlan og miðnámsskúlarnar, hevur landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø gjørt av at senda tann nýggja próvtalsstigan til hoyringar hjá øllum avvarðandi pørtum.

- Próvtalsstigin - eisini nevndur 7-talsstigin - er ein liður í tí umfatandi arbeiðinum at endurskoða alt útbúgvingarverk okkara, og mett verður, at tann nýggi próvtalsstigin er ein fyritreyt fyri, at nýggju námsætlanirnar koma at virka eftir ætlan. Eisini er nýggi próvtalsstigin eitt neyðugt amboð í próvdømingini í mun til námsætlanirnar bæði í fólkaskúlanum og á miðnámsskúlunum, sigur Helena Dam á Neystabø.

Hoyringsfreistin er sett at vera 16. februar 2011, og miðað verður eftir, at próvtalsstigin kann verða settur í gildi næsta skúlaár, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna.