Nýgg svimjihøll byggjast í Havn - men hvar?

Tórshavnar Býráð hevur sett sjøtul á at gera nýggja svimjihøll við langhyli, men allir býráðslimir eru ikki sannførdir um, at tað er best at byggja hana í Gundadali

Tórshavnar Býráð hevur tikið fyrstu fetini fram ímóti at byggja eina svimjihøll við 50 metra langhyli afturat í Havnini. Fyribils er byggiskráin samtykt, men tað eru ikki allir býráðslimir, sum eru vísir í, at tað er best at byggja hana í Gundadali.

 

Yvirhøvur hevur tað ligið í kortunum, at nýggja svimjihøllin skal vera í Gundadali, og skal leggjast upp at svimjihølli, sum longu er har.

 

Samstundis skal ÍSF-Húsið takast niður, og tað merkir sostatt, at avtala skal gerast við ÍSF um onnur høli.

 

Men tað skilst eisini, at svimjihøllin verður ikki tað fyrsta, sum verður bygt, tí aðrar stórar verkætlanir eru á skrá fyrst, bæði nýggi stórskúlin á Fløtum, Musikkskúli. Tí verður drálað á at byggja nýggju svimjihøllina.

 

Annars er tað tiltrongt at fáa eina svimjihøll, tí tað, vit hoyra, er, at tað eru færri og færri skúlabørn, sum duga at svimja, heldur Helena Dam á Neystabø, býráðslimur fyri Javnaðarfokkin, og forkvinna í Mentamálanevndini hjá býráðnum.

 

Men tað eru ikki allir býráðslimir sum halda, at tað er best at byggja nýggju svimjihøllina í Gundadali.

 

Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin, vísir á, at bæði Tórsavnar Býráð, og landið, eru farin at miðsavna skúlaskap í Vesturbýnum, tí stórur skúladepil verður bygdur í Marknagili, og við Landavegin verður nýggi skúlin á Fløtum bygdur.

 

Tí heldur hann, at at býráðið eigur at kanna eftir um nýggja høllin ikki liggur best í Vesturbýnum, tí har heldur hann, at hon kanska ger best gagn, samstundis sum at betri gagn fæst burtur úr teimum skúlum, sum verða bygdir í Vesturbýnum

 

Men tað eru aðrir býráðslimir ósamdir í.

Tróndur Sigurðsson, sum býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, og sum eisini er formaður í byggi- og býarskipanarnevndini. Hann vísir á, at verður svimjihøllin bygd í Gundadali, verður hon bíligari at reka, tí talan kann vera um ein ávísan samrakstur við høllina, sum er, og tað er Jákup Dam, býráðslimur fyri Tjóðveldi, samdur í.

 

Elin Lindenskov er býráðslimur fyri Javnaðarflokkin og forkvinna í Tekniskunevnd. Men hon er eisini forkvinna í bygginevndini fyri svimjihøllina.

 

Og hon heldur, at tað er best at byggja nýggju høllina uppat høllini, sum eru, tí tá fer tað at bera til at reka hallirnar saman, eitt nú við skiftirúmum, móttøkuhøli, og øðrum.

 

- Aðrar staðsetingar eru kannaðar, men úrslitið er, at tað best at leggja høllina upp at høllini í Gundadali, segði hon.

 

Men eisini táið kappingar eru, kunnu báðar hallirnar brúkast fyri at gera umstøðurnar betri hjá kappsvimjarunum, uttan at noyðast at steingja høllina fyri almennari svimjing, hvørja ferð kappingar eru. Eitt nú kunnu kappsvimjarar brúka verandi høll til upphiting og avsvimjing.