Nýgg skemtilig duo

Í vikuskiftinum verður Stand-Up Føroyar karmur fyri forvitnisligum undirhaldi í Klaksvik. Talan er um Berny og Høgna sum fyri fyrstu ferð fara at upptraðka saman sum skemtara duo. Jákup Bernhard Brim hevur sungið og spælt guitar á barrum og spælistøðum ígjøgnum fleiri ár, og hevur eisini royndir innanfyri kaparet og sjónleik. Høgni Olsen hevur, eisini hóast sín unga aldur, drúgvar royndir innan føroyskan sjónleik, og hevur luttikið í fleiri ymiskum leikum, sum viðgera alt frá sorg til skemt. Teir siga seg taka skemt í hægsta álvara, og gleða seg at sleppa á pallin fríggjakvøldið. Stand-Up Føroyar er úti í gamla einahandlinum í Klaksvík og tiltakið byrjar fríggjakvøldið kl 22.00, boða fyrireikarnir frá í tíðindaskrivi.