Nýgg kjakbók

Herfyri gav Páll Poulsen út bókina Vitanarslóðin. Bókin viðger ymisk fyribrigdi og frábrigdi í tí føroyska samfelagnum og er ætlað sum kjakbók

Í innganginum sipar høvundurin til føroyska samfelagið sum eitt samfelag, sum ikki riggar, men heldur fram, sjálvt um tað ikki riggar. Víðari sigur hann millum annað:
Tað er sera áhugavert teoretiskt, at tað ber til, sjálvt um tað ikki ber til. Fyri at føroyingar skulu standa við ábyrgd, noyðast vit at seta intelligens við, annars gongur tað ikki. Tað nyttar einki, at tyrlan stendur á flogvøllinum, tá ið sjómenn drukna úti á havinum. Samfelagsliga sjúkan er mental, tí mentalt eru vit ikki vorðin airborne, soleiðis at vit kunnu skapa veruliga hávitan og vísindi í Føroyum. Higartil eru vit tó komin so mikið langt, at skipanin gevur prógvini móti sær sjálvari út í bók. Vónandi fer hendan bókin at seta ferð á nakrar tankar, ið bera á annan bógv, tí hetta organiserða óskil kann ikki halda áfram.
Vitanarslóðin er tann fyrsta í røðini Annales Kioskus Tórshavniensis. Hon er 95 síður og fæst í bókabúðunum.