Nýgg fiskabók

Stutt fyri páskir kom út ein nýggj fiskabók, ið lýsir skilnaðin millum tey ymsu fiskasløgini, og hvussu hesi verða skipað


Fiskaskipanin - lýst við dømum við fiskinum á Føroyabanka er heitið á nýggjari fiskabók, sum Eyðfinnur Magnussen, biologur á Náttúruvísundadeildini á Fróskaparsetrinum hevur skrivað. Bókin lýsir lýsir skilnaðin ímillum tey ymisku fiskasløgini, og hvussu hesi verða skipað við støði í felags eyðkennum. 



Breið lýsing

Bókin byrjar við at geva eina almenna lýsing av fiski, og hvussu nógv fiskasløg vit kenna í dag. Eisini verður greitt frá útsjóndini og nøkrum grundleggjandi hugtøkum um fisk. Greitt verður í stuttum frá vistskipanini á Føroyabanka og fiskinum, sum heldur til á Bankanum.

Síðani verður greitt frá djóraskipanini, og hvussu fiskur og aðrar livandi verur verða bólkaðar við støði í felags eyðkennum. At enda verður tikið samanum eyðkennini hjá fiskunum, sum eru umrøddir í bókini.

Aftast í bókini er ein listi við øðrum lesnaði um Føroyabanka og fiskin, sum har livir, og um fiskaskipanina í síni heild.

Fiskiskipanin er prýdd við góðum myndum og tekningum, sum gera tað lætt hjá lesaranum at kenna aftur eyðkennini fyri ymsu fiskasløgini.

Bókin er ætlað undirvísingini í miðnámsskúlunum og á Fróðskaparsetrinum og annars

øllum, sum hava áhuga fyri fiski. Útgangsstøðið í bókini er heftið ”Fiskasystematikkur”, sum kom út á heysti 2003 og varð nýtt til undirvísingina í fiskalívfrøði, ið er ein av lærugreinunum í lívfrøðiútbúgvingini á Fróðskaparsetrinum.


Tað er Føroya Skúlabókagrunnur sum gevur bókina út. Bókin er 41 síður til støddar og fæst í bókhandlunum kring landið.