Baskiski felagsskapurin ETA hevur nú endaliga upployst seg sjálvan. Tað skrivar El País.
ETA førdi í fleiri áratíggju vápnað stríði fyri einum baskiskum fullveldi í Norðurspania. ETA framdi atsóknir ímóti mótstøðufólki í lokaløkinum og ímóti sponskum myndugleikum. Mett verður, at stívliga 800 fólk lótu lív í teirra atsóknum.
ETA fór undir sítt stríð í 1959, og serliga í 1970’unum og 1980’unum var felagsskapurin virkin við atsóknum. Í 2011 boðaði ETA frá vápnahvíld, og í fjør avleveraði ETA seinastu vápnini.
Í farna mánaði bóðu eftirverandi limir í ETA tey avvarðandi hjá offrunum um umbering, og í gjár boðaði ETA so frá, at felagsskapurin hevur upployst seg sjálvan.
Baskaland hevur umfatandi sjálvstýri í spanska ríkinum.