Nú gera teir vegin Hvítanesmegin

Í alt vóru sprongdir 85 metrar sprongdir í Eysturoyartunlinum í seinastu viku. Eisini byrjaðu teir at gera 500 metrar av vegabreyt Hvítanes megin. Hetta arbeiðið heldur áfram hesa vikuna.

 

Nú eru sprongdir 7.529 metrar, av 11.250 metrum í Eysturoyartunlinum.

 

Í seinastu viku vóru 18 metrar sprongdir Hvítanesvegin, og í alt eru nú sprongdir 3.657 metrar frá Streymoyarlandinum. Sum sagt er tunnilstoymið eisini farið undir gera vegbreytina Hvítanesmegin.

 

Frá rundkoyringini móti Hvítanesi vóru sprongdir 24 metrar. Har eru íalt sprongdir 1.222 metrar.

 

Frá rundkoyringini og móti Rókini vóru 43 metrar sprongdir. Har eru í alt sprongdir 1.025 metrar.

 

Á Rókini eru teir eisini byrjaðir at spreingja eitt styttri strekkið av tunlinum. Hetta soleiðis at teir kunna byrja at stoypa portalin, soleiðis at hesin er klárur tá tunnilin verður sprongdur út í gjøgnum fjallið við Rókina.