Nýgera Skálaveg

Gongst sum æltað, verður arbeiðið at nýgera Skálaveg í Vági liðugt í mai mánað.

Nú er gongd sett á at nýgera niðara part av Skálavegnum. Í ovaru síðu av vegnum verður kantur stoyptur og nýtt frárensl frá vegnum lagt. Eisini verða nýggj lyktapelar settir upp við LED-ljósum. Og síðani verður vegurin asfalteraður.

 


Í samband við arbeiði á Skálavegi verður eisini farið undir at gera innkomuna til nýggju vegatkomuna til býlingin í Brekkubø.

 


Gongst sum æltað, so verður arbeiðið við at nýgera Skálavegin liðugt í mai mánað, skrivar Vágs Kommuna á síni heimasíðu.