Nú gera Eyðun og Terji ein vørr

Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen geva síðst í hesum mánaðinum nýggja fløgu út. Í desember mánaði spæla teir á stórum konsertum í Havn og Runavík

Tveir av teimum best umtóktu sangskrivarunum í Føroyum í nýggjari tíð hava nú sligið seg saman um eina nýggja tónleikaútgávu.

Talan er um Eyðun Nolsøe og Terja Rasmussen, sum fyri fyrstu ferð hava gjørt eina heila fløgu í felag.

Áður hava teir báðir samstarva nógv, bæði í Frændum og í øðrum høpi, men nú hava teir frá byrjan til enda samstarv um eina fløgu, sum kemur út síðst í hesum mánaðinum.

Í august mánaði vóru teir báðir í upptøkuhølunum í Klaksvík, og stórur partur av tónleikinum er upptikin í Studio Pegasus. Seinni eru upptøkur gjørdar í Danmark, og nú er fløgan ljóðblandað Niðri.

Sangirnar á fløguni hava Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen skrivað, og fyri tað mesta er talan um popptónleik, soleiðis sum teir eru kendir fyri at spæla.

Í sambandi við útgávuna, sum 3?arin stendur fyri, fara Eyðun og Terji at spæla til konsertir í Føroyum stutt fyri jól. 16. desember verður spælt í Kagganum í Havn. Kvøldið eftir, sum er fríggjakvøldið 17. desember, fara teir at spæla í Badmintonhøllini, og leygarkvøldið 18. desember verður konsert í ítróttarhøllini í Runavík.

Saman við Eyðuni og Terja fer ein bólkur, mannaður við føroysku tónleikaútisetum, at spæla. Rógvi á Rógvu fer at spæla trummur, Agnar Lamhauge bass, Tróndur Bogason keyboard og Petur Hans Niclasen gittar.


Terji við

í Frændur

Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen hava valt at fara í felag inn í nýggja ártúsundi sum tónleikarar, og tað er ikki so løgið, tá hugsað verður um, at teir hava hildið nógv saman og hava spælt nógv tónleik saman.

Miðskeiðis í 80?unum búðu teir í somu íbúð í Havn, og tað var grundarlagið undir einnum vinarlagi, sum hevur vart síðani.

Terji Rasmussen kom við í Frændur, tá bólkurin í 1986 var í LT-studio í Havn og gjørdi upptøkur til Frændur 2. Á hesi útgávuni fekk slapp Terji Rasmussen at syngja sín egna sang, Eros, sum samstundis gjørdist eitt tað størsta hittið hjá Frændum. Terji sang eisini á onkrum øðrum lagi á plátuni.

Tá Frændur í 1988 komu við tiltiknu útgávuni 80?ini, sum var fyrsta føroyska fløguútgávan, hevði Terji sín natúrliga part. Hann sang við á fleiri sangum, og varð mettur at verða ein partur av bólkinum, sum tá meira ella minni hevði fingið tað skap, sum vit síðani hava kent hann.


Ætlanin vorðin veruleiki

Men stutt eftir 80?ini fór Terji Rasmussen burtur úr Frændum, tí hann vildi sleppa at royna seg við sínum egna tilfari.

Árið eftir kom framúr góða útgávan hjá Terja og Føstufressum, sum langt síðani er vorðin ein varði í føroysku poppsøguni. Á hesi fløguni var Eyðun Nolsøe við á fleiri upptøkum.

Síðani tá hava Eyðun og Terji fleiri ferðir funnið saman til tónleikatiltøk, og tá fótbóltsfelagið B36 fyri nøkrum árum síðani gav út fløgu, var helst størsta hittið av hesi útgávu sangurin, sum Eyðun og Terji sungu ? sangurin Nummar.

Tað hevur leingi ligið í kortunum, at Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen fór at gera eina fløgu saman, og hendan ætlan gjørdist veruleiki, tá teir fóru í Studio Pegasus í summar.

Nú er fløgan komin so væl ávegis, at hon er klár til framleiðslu, og tá hesin mánaðin er so gott sum runnin, kemur fløgan hjá teimum út.

Og tá teir báðir fara á pallin í Havn og Runavík í næsta mánaði veðrur høvi hjá føroyingum at hoyra úrslitið av samstarvinum millum teir báðar popparnar.