Nøgdur við avrik og innsats

Brian Kerr, landsliðsvenjari, harmast um bíligu málini, men er nøgdur við føroyska avrikið og innsatsin

FÓTBÓLTUR

Piatra Neamt, Rumenia: - Hatta vóru nøkur bílig mál og tað skuffar meg. Men soleiðis er tað helst altíð sum venjari, tú kanst ongantíð góðtaka tey málini, tú fært í móti tær, sigur Brian Kerr, landsliðsvenjari.
Hann er tó nøgdur við avrikið og innsatsin hjá sínum monnum, og fegnast um málið hjá Egili á Bø.
– Tað er positivt, at vit fáa eitt mál. Vit hava eisini styrkina nú til at skora, og eg haldi at teir ræddust okkum í deyðbóltsstøðum. Tíverri fingu vit ikki eitt einasta hornaspark, men eg eri vísur í, at fingu vit tað, so var mál, sigur Brian Kerr við einum skeivum smíli.
Somuleiðis er hann eisini sera nøgdur við mátan, føroyska liðið vardi upp á í deyðbóltsstøðum.
– Teir hava eitt ótal av deyðbóltum í góðum støðum, men vit megna at vinna allar hesar bóltarnar, sigur Brian Kerr, sum harmast um skaðan, Jákup á Borg fekk móti dystarenda.
– Tað er sera keðiligt, tí høvdu vit havt ein mann aftrat á vøllinum hesa løtuna, vit skora, so høvdu vit kanska eisini fingið ein kjans aftrat.