Ónøgdur um 50 milliónir

Tað var ein fátøk troyst hjá Tiger Woods, at hann um vikuskiftið gjørdist 50 milliónir krónur ríkari. Hetta var nevnliga vinningurin fyri at gerast nummar tvey í ársins útgávu av FedEx-tour’inum, har Phil Mickelson gjørdist nummar eitt. – Eg eri eitt sindur vónbrotin um, at tað ikki eydnaðist mær at vinna, men um nakrar dagar er lagið hjá mær helst betri, staðfesti Woods eftir seinastu kappingina.