- Hatta var spell, tí vit eru við teimum alla tíðina. Og fáar minuttir undan leikloki koma vit upp á 33-33. Teir avgera dystin ein hálvan minutt fyri tíð, tá eitt ikki serliga væl timað hoppiskot fer inn til 37-35 bara hálvan minutt fyri tíð. Skoraðu teir ikki tá, so høvdu vit havt møguleikan fyri sensatiónini, so hatta var spell, segði Heini Hanusarson, tá vit fyri løtu síðani høvdu orðið á hann.
Hóast harmur, so var Heini tó rættiliga væl nøgdur um avrikið hjá sær og liðfeløgunum.
- Hatta er eitt gott úrslit. Teir hava ikki tapt í serbisku kappingini hetta kappingarárið, og talan var um eitt lið í sterkastu uppstilling. Sjálvandi kann vera, at teir hava undirmett okkum, og at teir mentalt ikki hava verið til reiðar. Men tað var ongan tíð so, at teir settu nakra B-ketu inn, og ein garvaður spælari sum Jovanovic hjá teimum spældi allar 60 minuttirnar.
- Um okkum sjálvar er at siga, at vit høvdu góða disciplin í spælinum. Vit detta niður einar tvær ferðir, og tað kostar 3-4 mál hvørja ferð, og so máttu vit aftur stríðast. Men tað gjørdu vit eisini sera væl, so tað var spell, at tað ikki eydnaðist at vinna nakað altjóða stig í dag, sigur Heini.
Tit spæla seinna dystin longu í morgin. Hvussu metir tú útlitini vera til hendan?
- Vit mugu bara inn og gera okkara besta. Og so ræður bara um at taka einar fimm minuttir í senn. Fara vit inn við eini møguligari sensatión í høvdinum, kunnu gummiarmar skjótt koma uppí, og so kann lættliga ganga galið, sigur Heini Hanusarson.










