Nøgdur hóast undirskot

Nevndarformaðurin í P/F Havnar Fótbóltur sigur ársúrslitið, eitt hall á 200.000 kr., vera á leið tað, sum nevndin hevði roknað við

 

Fótbóltur


Ein partur av aðalfundinum hjá P/F Havnar Fótbólturvar framløga og góðkenning av roknskapinum, og hóast talan var um eitt hall fyri árið, so var eingin ónøgd um hetta.

Kaj Leo Johannesen er nevndarformaður í partafelagnum, og hann heldur í øllum førum ikki, at hallið er nakað, sum skapar órógv í felagnum.

- Vit hava nú trý ár á baki, og eg haldi, at vit nú eru um at finna tað støðið, sum føroyskur fótbóltur kann koyra á. Eftir at útreiðslurnar í fyrstani vóru stórar, eru vit nú í ferð við at rationalisera raksturin, og eitt nú eru lønarútreiðslurnar minkaðar við einari helvt í mun til árið í fjør. Úrslitið er tó eitt hall upp á 200 tkr., men hetta høvdu vit roknað við, og væntandi fer raksturin at hvíla í sær sjálvum um eini tvey ár.

Av øðrum orsøkum til hallið sigur formaðurin, at áskoðarainntøkurnar í ár vóru heldur minni enn mett, og so sjálvandi tað, at HB í ár luttók í Inter-Toto kappingini, sum kastar væl minni av sær fíggjarliga enn eitt nú kappingin fyri meistaralið.

- Sum felagið varð sett saman at byrja við, so varð eisini roknað við, at tað helst ikki skuldi ganga ov long tíð millum meistaraheitini, men tá vit eru lidnir við rationaliseringarnar, roknað vit ikki við, at hetta kann gerast nakar trupulleiki.

Spurdur um úrslitið inniber nakran vanda fyri, at felagið kann koma í fíggjarligar trupulleikar, sigur Kaj Leo, at tað ger tað ikki.

- Sum sagt, so vita vit nú betri enn fyri trimum árum síðani, hvussu vit kunnu fáa handilin at mala runt, og framyvir verður tað eftir hesum leisti, at vit fara at koyra. Eitt nú fara tit ikki at síggja HB fara út at bjóða upp á spælarar, ella rinda stórar lønarupphæddir fyri at halda upp á leikarar.


Nýggjan sponsorsáttmála

Fyri at kunna leggja ætlanir fram í tíðina, er sjálvandi eisini neyðugt, at felagið skapar sær eitt somikið trygt inntøugrundarlag sum gjørligt. Hesum viðvíkjandi sigur Kaj Leo, at felagið júst hevur undirskrivað nýggjan sponsorsáttmála við Føroya Banka, sum sostatt framhaldandi verður høvuðsstuðul felagsins.

- Vit hava gjørt eina avtala, sum eg haldi vera sera góða fyri báðar partar. Hon forpliktar báðar vegir, men hetta er ikki meira enn náttúrligt, sigur Kaj Leo, sum í sama viðfangi leggur afturat, at felagið eisini hevur gjørt sponsorsáttmála við Føroya Shell, sum hereftir verður 2. sponsor.


Røtt avgerð

At enda sigur Kaj Leo Johannesen, at nú partafelagið hevur trý ár á baki, er kanska eisini rætt at líta aftur um bak, fyri at meta, hvørt nýggi bygnaðurin var ein røtt avgerð at taka í síni tíð, og hesum er hann ikki í iva um.

- At vit tá liðaðu felagið sundur, eri eg ikki í iva um var ein røtt avgerð. Áðrenn var tað ofta soleiðis, at arbeiðið við fyrstu deild fór avstað við alt ov nógvari orku í felagnum, men hendan trupulleikan síggja vit ikki í dag. Tvørtur ímóti hava vit sæð, at meðan ein bólkur tekur sær av fyrstu deild, so hava onnur fingið nógv meira orku leysgivna til ungdómsarbeiðið, og úrslitið av hesum kann so avgjørt ikki gerast nógv betri enn í fjør, sigur ein væl nøgdur nevndarformaður at enda.