Nøgdur at varðveita tinglimatalið

- Vit hava gamaní mist atkvøður til Sjálvstýrisflokkin og Miðflokkin, men eg eri væl nøgdur við, at vit hava megnað at varðveitt okkara tinglimatal, sigur Kaj Leo Johennesen - Hetta er besta valið hjá mær persónliga nakrantíð. Og tað gevur mær áræði at halda fram, sigur Kaj Leo Johannesen, formaður Sambandsfloksins.

Hann er eisini sera væl nøgdur við, at flokkurin - hóast veljarakannigarnar vístu annað ? at flokkurin aftur hevur fingið eina kvinnu á ting.

Sjálvandi eri eg harmur um, at Marjus Dam ikki rakk inn um tinggáttina hesaferð, tað er altíð svárt at missa, men eg vil ynskja Rósu Samuelsen sera vælkomna í tingbólkin hjá Sambandinum, sigur Kaj Leo Johannesen.

Hann vil ikki siga so nógv um samgongumøguleikarnar enn, men flokurin hevur innanhýsis prát í kvøld um teir møguleikar, sum liggja opnir.

Kaj Leo Johannesen sigur, at samanhaldið í flokkinum ongantíð hevur verið so sterkt sum í dag.

Uttan mun til, hvørja samgongu vit fara upp í, so vilja vit hava so stóra ávirkan sum møguligt, sigur Kaj Leo Johannesen við Portalin.