Kanningin vísir eitt sera gott úrslit, tá vit hugsa um tann ógvisliga ágangin, partar av okkara sjúkrahúsverki hava verið fyri í fjølmiðlunum í langa tíð. Eg óttaðist fyri at hesin áhaldandi kritikkurin fór at síggjast aftur í nøgdsemiskanningini sum ein PISA-líknandi dómur yvir sjúkrahúsini.
Føroysku sjúkrahúsini stóðu royndina
Tí var eg ógviliga spentur uppá úrslitið. Tíbetur kunnu vit nú fegnast um, at sjúkrahúsini standa seg væl – eisini sjálvt um kanningin staðfestir at okkara sjúkrahús ikki heilt standa seg javnt við miðalstøðuna hjá donsku sjúkrahúsunum. Hetta er jú fyrstu ferð at slík kanning verður gjørd í Føroyum – í Danmark er hon gjørd 4 ferðir, so har hava sjúkrahúsini kunna lagt seg eftir at betra um støðuna, har sum úrslitini hava verið minni góð. Og akkurát tað sama kunnu vit nú vænta av okkara sjúkrahúsum, júst tað sum meiningin er við at gera slíka kanning.
Álitisváttan til fakliga dugnaskapin hjá heilsustarvsfólkunum
Tað besta við kanningini er, at á teim mest grundleggjandi virkisøkjunum standa sjúkrahúsini seg væl.
Hetta er m.a. viðv. teim lækna- og røktarfakligu veitingunum, har heili 90-95% hava stórt álit á fakliga dugnaskapinum hjá heilsustarvsfólkunum!
Viðv. upplivaðum feilum stóðu sjúkrahúsini seg væl – munandi betri enn donsku sjúkrahúsini. Í Danmark vóru 20% sum upplivdu feilir, meðan talið í Føroyum var 15%. Og tá feilir vóru, dugdu starvsfólkini væl at handfara teir
Eisini viðgerðargongdin verður mett positivt, har 88% hildu læknar og røktarstarvsfólk samstarva væl um viðgerð og røkt av sjúklingunum.
Størstu trupulleikarnir við kunning og bíðitíðum
Nøgdsemiskanningin peikar á nøkur øki, har neyðugt er við serligum innsatsi fyri at betra um viðurskiftini.
Tað snýr seg um kunningina til sjúklingarnar, bæði við innskriving, men serstakliga við útskrivingina. Her vóru heili 52% sum upplivdu, at tey vóru vánaliga kunnað um hvønn týdning teirra liviháttur hevði fyri heilsuna.
Ein annar stórur trupulleiki er ov nógv bíðitíð, bæði til at sleppa til innlegging, og millum ymiskar kanningar og viðgerðir undir innleggingini.
Ein triðji høvuðstrupulleiki er, at samskipanin millum sjúkrahúsini øðrumegin og kommunulæknarnar og heimarøktina hinumegin.
Munurin millum tey 3 sjúkrahúsini
Nú gera fjølmiðlarnir nógv burturúr, at tey smærru sjúkrahúsini standa seg munandi betri enn Landssjúkrahúsið í kanningini. Her er tó neyðugt at minna á, at tað fram um alt júst er Landssjúkrahúsið, sum fær allar tær kompliseraðu og truplu innleggingarnar, eisini allar tær sum man ikki klárar á teim smærru sjúkrahúsunum. Og tað setir starvsfólkini har undir munandi størri trýst. So tað er onki løgið, at sjúklingar tí oftari kunnu vera ónøgdir á Landssjúkrahúsinum enn á hinum.
Hægri politisk raðfesting av sjúkrahúsunum
Høvuðsboðskapurin í kanningini haldi eg tí ikki er munurin í nøgdseminum millum sjúkrahúsini, men at tey - øll trý - standa seg væl á teim grundleggjandi virkisøkjunum, og at tað eru fleiri innsatsøkir, har tey kunnu betra um dygdina. Hetta krevur eisini at vit í komandi samgongu raðfesta sjúkrahúsini hægri, við bæði fíggjarligum og politiskum uppbakningi.










