Nøgdsemiskanning um fiskimenn í Miðlahúsinum í kvøld

Fiskimenn er ikki nøgdir við bjargingarvenjingar umborð og landgongd- og atkomuviðurskiftini. Tað vísir kanning, sum Skipaeftirlitið og Fiskimannafealgið hava gjørt. Í kvøld kl 19:30 verður úrslitið av kanningini lagt fram í Miðlahúsinum

Skipaeftirlitið og Fiskimannafelagið hava í felag gjørt eina nøgdsemiskanning millum føroyskar fiskimenn.

Kanningin vísir m.a., at fiskimenn ikki eru nøgdir við bjargingarvenjingar umborð og landgongd- og atkomuviðurskiftini.

Meginparturin av kanningini er skipaður sum ein GAP analysa. Tvs. at spurt verður um, hvussu fiskimaðurin er nøgdur við ávís viðurskifti og um hvussu týðandi hesi viðurskifti eru fyri fiskimannin.

Umleið 1100 spurnarbløð vóru send út, og 227 spurnarbløð eru komin inn aftur.

Kanningin verður løgd fram í Miðlahúsinum í kvøld, týskvøldið 10. mars klokkan 19:30.

Vilhjálmur Gregoriussen, stjóri á Skipaeftirlitinum sigur, at øll eru vælkomin til tiltakið í Miðlahúsinum í kvøld.

TRÝST HER fyri at lesa grein um evnið í Sosialinum næstsíðsta mánadag