Nú ágangurin á sjúkrahúsverkið frá fjølmiðlunum hevur verið harður og fábroyttur, fær tú illgruna um, at kanningin er gjørd av leiðsluni fyri at bøta um umdømi hjá heilsuverkinum. Hvat annað kann ein sjúklinganøgdsemiskanning brúkast til? Hvussu í guds garði skal ein vanligur sjúklingur kunna meta um, um viðgerðin er hin rætta ella ikki? Ein vanligur sjúklingur torir heldur ikki at hava aðra meining enn, at sjúrahúsverkið er vælvirkandi.
Hevði tað verðið gjørd ein nøgdsemiskanning millum starvsfólkið, hevði úrslitið av henni kunna hjálpt leiðsluni til at bøtt um støðið á sjúkrahúsunum. Misnøgd starvsfólk avrika ikki tað, tey annars kunna. Um ein slík kanning hevði víst misnøgd á ávísum deildum, ella millum ávísar bólkar, kundi hon givið eina ábending um, hvar ið neyðugt var við broytingum.
Ella eina hagfrøðiliga kanning av dygdini av sjálvari viðgerðini. Ár eftir at liva, ella prosentpartur lektur, við ávísari sjúkuavgerð. Gjørt undir somu fortreytum sum á sjúkrahúsum, so at sammeting kundi verðið gjørd. Tað hevði kunna sagt okkum um sjúkrahúsini nytta nakað ella onki. At fara at nýta pening til eina kanning sum hvørki kann nýtast til eitt ella annað er átaluvert. Serliga tá eingin peningur er tøkur.
Annars er mín persónliga meting av Landssjúkrahúsinum hon, at tað riggar ótrúliga væl, hóast ein ónýtiligan leiðslubygnað. Tað kann so leiðslan ikki lastast fyri, men heldur tann landsstýrismaður, sum hevur ábyrgd av heilsumálum.










