Nøgdir við avrikið, men ikki úrslitið

Formaðurin í ÌF, Ólavur Larsen var sera harmur um úrslitið, tá ÍF hóast nógvar gyltar málmøguleikar hevði tapt steypafinaluna ímóti EB/Streymi, og harvið fýra av fýra steypafinalum í søgu felagsins. – Okkara menn stríddist ótrúliga væl, og teir royndu alt tað, sum teir kundu. Eg helt eisini, at vit vóru omaná tað mesta av dystinum, og høvdu eisini teir størstu málmøguleikarnar, men so sleppa teir ígjøgnum og fáa eitt rættiliga bíligt mál. Tað skuldi verið 0-0 í steðginum, tí so høvdu vit heilt víst vunnið dystin. Tað var ótrúliga nervapirrandi at verða til hesa finaluna, tað stóð nógv á allan dystin. Okkara menn vildu vísa tenn, men tað manglaði tað síðsta, og tað var ógvuliga strævið og troyttandi at verða vitni til. Hetta er byrjanin til nakað stórt, bíða bara til endan av kappingárinum, segði ein fattur Ólavur Larsen aftaná dystin, sum ikki ivast í, at ÍF fer at fáa heiðurmerki, tá kappingin í vodafonedeildini er liðug. – Vit skulu arbeiða víðari við tí vit hava avrikað higartil, og vit skulu út í Europa.