Ónøgdir vágamenn

Vágamenn eru alt annað enn fegnir um, at Darius Magdisauskas nú skal fara til B36. Teir finnast at framferðarháttinum hjá høvuðsstaðarfelagnum, sum hinvegin sigur seg hava handlað í tráð við galdandi lógir

Í Vágum er tað ikki farið óátalað fram við borðinum, at B36 hevur gjørt avtalu við verjuálitið, Darius Magdisauskas, um at hann skal spæla við teimum eftir summarsteðgin.


Uttanum

Páll Olsen sigur vegna FS Vágar, at orsøkin til ónøgdina er, at teir vistu av ongum, fyrr enn Darius boðaði frá, at B36 hevði sett seg í samband við seg.

Vágamenn hildu lítið um hetta, og ynsktu ístaðin, at B36 tosaði við teir. Hetta hava teir eisini gjørt - eina ferð - og síðani vistu teir av ongum, fyrr enn teir í Sosialinum kundu lesa, at B36 sigst hava ognað sær leikaran.

Umframt ónøgdina um framferðarháttin, so er talan í løtuni eisini um fíggjarligt trætumál millum vága- og havnarmenn. Feløgini eru ikki komin ásamt um, hvussu stóra upphædd vágamenn skulu hava fyri at lata leikaran fara, og í løtuni arbeiðir sakførari við hesum, frættist úr Vágoynni. FSF hevur annars gjørt eina fyribils niðurstøðu í málinum, men hesa eru vágamenn alt annað enn nøgdir við.

Páll vil ikki siga, hvussu stóra upphædd talan er um, men hann leggur tó afturat, at verða allar tær útreiðslur, sum FSV hevur havt í hesum sambandi lagdar saman, er talan um meira enn 100.000 kr.


Púra klárt

Kristian á Neystabø, formaður í B36, sigur við Sosialin, at frá teirra síðu er málið klokkuklárt.

-Talan er ikki um, at vit hava verið úti um okkum í hesum føri. Leikarin er sjálvur komin til okkara, og har er okkara fatan, at um ein leikari hevur hug at koma til felagið, og um vit meta okkum kunna gera nýtslu av honum, so skal hann vera vælkomin, sigur Kristian á Neystabø.

Hann hevur annars ongar viðmerkingar til, at FSV ætlar sær víðari við málinum, men leggur bert afturat, at B36 bert hevur fylgt teimum reglum, sum FSF hevur stungið út í kortið.


Skiftistíð

Annars er flytingin hjá Darius ikki einasta broytingin, sum vágamenn eru fyri í summarsteðginum. Eyðfinn Fjalsbak fer eftir summarsteðgin at ganga í skúla í høvuðsstaðnum, og skiftir hann í hesum sambandi til HB.

Páll Joensen leggur tó dent á, at teir í hesum sambandi einki hava at finnast at framferðarháttinum.

Maður kemur í mans stað, og soleiðis tykist eisini vera hesu ferð. Nú Darius er farin úr felagnum, er vorðin rúmd fyri nýggjum útlendskum leikara, og hetta ætla vágamenn sær eisini at gera nýtslu av. Líkt er nevnliga til, at teir eftir summarsteðgin fara at hava enn ein litaviskan leikara á liðnum. Hesu ferð er talan tó um ein miðvallara, og er navnið á honum Igoris Kirilovas.


Melda greitt út

Annars hevur FS Vágar í málinum um Darius sent út tíðindaskriv, og verður hetta prentað í heilum líki niðanfyri:


Tað kom okkum dátt við, tá vit í Sosialinum nú um dagarnar sóu, at ein av okkara leikarum leikar venjingardystir við B36. Ikki minni skakkir blivu vit, tá blaðið enntá ber tey tíðindi, at B36 styrkir sær um liðið við hesum leikara.

Einum nýtist ikki at vera blaðmaður, magistari ella apotekari fyri at finna útav, at ein leikari einans kann leika fyri eitt felag á gangin. Tað skal tí ikki vera nøkur loyna, at tað ørkymlaði okkum ikki sørt, tá vit funnu útav, at umrøddi leikari var byrjaður at venja við B36 í summarsteðginum, eftir at hann ikki møtti til venjing hjá okkum, og annars ikki røkti aðrar skyldur, sum hann hevði átikið sær yvir fyri felag okkara.

Hetta málið má nú roknast at vera farið út um øll mørk, nú vit lesa í bløðunum, at B36 byrjar at nýta leikara, hvørs spæliloyvi er í okkara hondum, í venjingardystum, uttan nakra sum helst avtalu ella fráboðan um hetta.

Vit skulu tó loyva okkum at upplýsa, at síðst í juni mánaði boðaði Darius okkum frá, at hann og B36 høvdu avtalað, at hann skuldi leika fyri teir eftir summarsteðgin, og vildu vita, um vit høvdu nakað ímóti at hann fór. Okkara metan var og er, at tað er óheppið at missa leikarar mitt í kappingini, og serliga ein útlending, sum vit hava brúkt pengar og nógva orku upp á at fáa hendan vegin við familju.

Men havandi í huga samsýning og treytir annars, ið B36 bjóðaði honum, var tað okkum beinan vegin greitt, at her hevði eitt lítið felag sum FS Vágar ongar møguleikar at kappast.

Hinvegin gjørdu vit greitt, at tað eftir okkara metan var sera óheppið, at eitt felag ger avtalu við leikara hjá okkum, uttan at boða okkum frá, og at vit ynsktu, at B36 tók samband við okkum beinleiðis.

At grasið er grønari hjá B36 enn hjá FS Vágum er møguliga ein sannroynd, men »at rola innan fyri« er ikki fair-play, og tað skal tí eingin ivi vera um, at vit krevja okkara rætt í samband við eina loysn av hesum málinum.

Hinvegin skal heldur eingin ivi vera um, at FS Vágar í framtíðini kemur at hava bæði tilgongd og frágongd av leikarum. Hetta ynskja vit at gera í góðum ítróttaranda, og vóna vit, at tíðin leikarar støðast hjá okkum verður eitt upplivilsi fyri teir.

Skuldi framtíðin lagað tað soleiðis, at Darius ikki kemur leika fyri okkum framyvir, fara vit hervið at takka honum fyri tíðina, hann var her, eins og vit ynskja honum alt tað besta í framtíðini., øll eru hjartaliga vælkomin.


Føroyska arbeiðið

Í Eliaskirkjuni

Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49. Inngongd undir stóru trappuni. 5 min. at ganga frá Hovedbanegården, 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1, 6, 14, 16, 28 og 550S steðga nærhendis. Øll eru vælkomin. Nærri fæst at vita frá Atla Rasmussen, tlf. 32 969995, ella Øssuri Kjølbro, tlf. 36 77 38 20.


Før. gudstænasturnar

í Samuelskirkjuni, Thorsgade 65, 2200 København NV, eru hvønn 1. og 3. sunnudag í mánaðinum kl. 14.00.

(Kirkjan er skamt frá Nørrebros Runddel). Presturin er at hitta á tlf. 38796146.


Kristnastova

Birmavej 36, København S, tlf. 32 55 18 09

fax. 32 58 61 49

e-mail:

kristnastova@get2net.dk

Kristiligur fundur er hvørt fríggjakvøld kl. 20.

Møti við breyðbróting er hvønn sunnumorgun kl. 11. Sunnudagsskúli er samstundis.

Bussarnir 5, 9, 12, 13, 37, 38 steðga nærhendis.


Malta, Hirtshals

Sunnudag:

Kl. 11: Breyðbróting.

Kl. 18: Evangeliskur fundur.

Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti.

Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn.

Samkoman Malta í Hirtshals


Føroyingafelagið

í Esbjerg

Danmarksgade 25,

6700 Esbjerg, tlf. 75132747

Opið hvørt mánakvøld kl. 19?22.00, har tú ert vælkomin at lesa bløðini, spæla kort og keypa tær ein kaffimunn.


Føroyskt

barnamøti

Hvønn mánadag kl. 17 er føroyskt barnamøti í »Fælles Fælleshuset« á C. W. Obel kollegium á Herningvej. Øll eru hjartaliga vælkomin.


Heimamissiónin

Hevur tú tørv á hjálp til at koma í ein kristnan felagsskap, ella ynskir tú at hjálpa til í andaligum arbeiði á fólkakirkjunnar grund í Danmark, so kanst tú ringja til: Hera Elttør, Aulum, tlf. 97473786, Jan Johannesen, Køb. tlf. 32886918/26272112, Birgir Johannesen, Køb. tlf. 35854159 ella Torleif Johannesen, Nes, tlf. 449024.


Føroyingarfelagið

í Aalborg

Lille Kongens Gade 10 B.

Tel. 98136330

Húsið er opið soleiðis:

Fríggjadag: Fimmarin frá 17.00 til 19.00

Leygardag: Opið hús frá 22.00 til 03.00


Føroyahúsið

í Keypmannahavn

Vesterbrogade 17 A

1620 København V

Tlf. 33 23 15 87

Fax 33 23 15 18

Kunningartlf. 33 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum.

Heimasíða:

www.faroehouse.dk

E-mail:

postur@faroehouse.dk

Upplatingartíðir:

mánadag?fríggjadag:

kl. 16.00?19.00.

28.?30. juli: Ólavsøkuhald við fjølbroyttari skrá.

28. juli: Fernisering. Tórhild Tolfsen sýnir fram.


Føroyingafelagið

í Århus

Vestergade 48 D

8000 Århus C

Telefon og fax: 86180604

Teldupostur:

aarstova@teliamail.dk

Heimasíðan:

welcome.to/aarstova

Áarstova er opin soleiðis:

Café Mánad.-hósd.: kl. 16-18

Føroysku bløðini liggja frammi.

Fríggjakvøldsbarr: kl. 21-03

Limir ókeypis atgongd. Onnur kr. 10,-.

Onnur reglulig tiltøk í Áarstovu:

MFS. Meginfelag Føroyska Studenta hevur opið hvønn mikudag kl. 16-18.

Føroyskur barnaskúli annanhvønn leygardag kl. 11-14 (ólíka vikur).

Sunnudagsskúli annanhvønn sunnudag kl. 14.30 (líka vikur).

Bókasavn. Føroyskar bøkur kunnu lánast mánadag-hósdag kl. 16-18.

Ítróttartiltøk:

Flogbóltur. Frydenlundskúlin fríggjadag kl. 16-18. Bussur nr. 4.

Svimjing. Frydenlundskúlin fríggjakvøld kl. 18-19. Bussur nr. 4.

Fótbóltur. Hasselager Hallen fríggjakvøld kl. 21-23. Bussur nr. 15.


Føroyingafelagið

Vesturskin,

Bergen

Vit skipa fyri tiltøkum nakrar ferðir um árið. Nærri upplýsingar við at venda sær til Sørin Danielsen, tlf. 56147684 ella Elsebeth Reines, tlf. 55229049.


Føroyingar

í Noregi

E-mail:

foroyar@norden.no

Heimasíða:

www.norden.no/foroyar

Norsk-Færøysk Lag skipar javnan fyri tiltøkum fyri føroyingum og fólki við tilknýti til Føroyar. Tiltøkini verða hildin í Oslo, og nærri upplýsingar um tíð og stað fáast við at venda sær til felagið á tlf. +4722674829.


Føroyingafelagið

í Reykjavík

Ølduslóð 27

220 Hafnafjørður, Ísland

Tlf. 565 4883

E-mail: forrek@visir.is