Nøgdir um spælið

Seinni málskjúttin hjá EB/Streymi, Gert Hansen, helt eftir dystin sunnudagin, at hetta mundi vera besti dysturin, sum teir hjá EB/Streymi høvdu spælt í ár.
- Vit royna hesaferð at spæla bóltin niðan, og fyri tað nógva eydnast tað eisini heilt væl. Vit fáa eisini spælt okkum fram til nakrar møguleikar, sum væl kundu givið størri úrtøku.
Men eftir steðgin koma tit undir stórt trýst. Orkaðu tit ikki meira?
- Jú, tað haldi eg. Men vindurin darvaði nakað, soleiðis at vit komu at liggja ov langt afturi, og so verður trupult at vinna seg niðan.
Um sín egna leiklut í seinna málinum helt Gert, at hann hevði rakt bóltin væl.
- Tá eg skori, so plagar tað at vera við høvdinum, og so var eisini hesaferð. Hasin bólturin sat bara akkurát, sum hann skuldi, staðfesti Gert, sum annars helt, at javnleikurin var í lagi.
- Sjálvandi skal man helst vinna á heimavølli. Men sum dysturin gekk, so haldi eg kortini, at vit skulu vera nøgdir um eitt stig, staðfesti hann at enda.