Nøgdir um javnleikin

Hóast KÍ kanska ikki kann nýta eitt einstakt stig til so øgiliga nógv í verandi støðu, so tóktist fyrrverandi liðskiparin og venjarin hjá liðnum, Jan Joensen, sum í ár tó bert er vanligur leikari, tó at vera væl nøgdur.
- Sum HB hevur koyrt í seinastuni, so fái eg illa sagt annað enn, at vit eru nøgdir. Sjálvandi høvdu vit tørv á trimum stigum, um hugt verður at stigatalvuni, men tað var ikki í hesum dystinum, at vit skuldu rættað upp á áður framd mistøk. Mistøkini eru, at vit hava mist alt ov nógv á heimavølli, og tað hevur so verið rættiliga dýrt higartil.
Um dystin helt Jan annars sjálvur, at bæði hann og liðfelagarnir kundu vera nøgdir um tað, sum teir høvdu sýnt.
- Sjálvandi eru vit øgiliga trýstir í fyrra hálvleiki. Serliga fyrstu løtuna hava teir møguleikar til fleiri mál, men tá vit so fáa skorað, so lætnar tað eitt sindur.
- Tað eru tó framvegis teir, sum hava trýstið, og teir fáa eisini eitt keðiligt mál, tá Jákup verður snýttur av einum avrættaðum stútara, men í seinna hálvleiki koma vit ordiliga fyri okkum. Tá standa vit rætt á vøllinum, so teir ikki fáa sama trýst á, og sjálvur haldi eg, at vit eins vøl kundu lagt okkum á odda, sum teir.
- Alt í alt, so eri eg tó væl nøgdur. Sum sagt, so var tað ikki í hesm dystinum, at vit skulu bøta um gomul mistøk, og hjá einum liði, sum hevur leikt javnt á heimavølli móti GÍ og EB/Streymi, so man 1-1 í Gundadali móti HB ikki vera ta ringasta, helt Jan Joensen at enda.