Nøgdir kommunulæknar

Dorrit Bech Joensen, kommunulækni í Vági, sigur við Suðuroyarportalin, at tey eru sera væl nøgd við niðurstøðuna, sum landsstýrismaðurin í Heilsumálum, Aksel Johannesen, gjørdi á vitjan hansara í Suðuroy. ?Hetta er tað loysnin, sum vit løgdu upp til fyri umleið einum ári síðani, so vit kunnu ikki annað enn vera sera væl nøgd, sigur Dorrit Bech Joensen.

Við hesari loysnini verður vaktarbyrðan hjá okkum lætt munandi, og tað ger, at vit yngru kommunulæknar, hava hug at verða verandi í oynni, sigur Dorrit Bech Joensen, kommunulækni, við Suðuroyarportalin.