Hagstovan hevur gjørt eina uppgerð av avreiðingum higartil í ár í mun til í fjør, fyri tíðarskeiðið januar-august.
Samanumtikið vísa tølini, at bæði nøgdin og virðið á avreiðingum standa so at siga í stað.
Av botnfiski er avreitt tils. 33.023 tons, ið er 484 tons fleiri í mun til í fjør.
Tað er ein lítil vøkstur í toski, 142 tons fleiri í ár, men tað er serliga hýsan, ið ger mun. Í hýsu hevur vøksturin verið 19%, ið svara til eina øking á 428 tons.
Virði á toskin er tó vaksið eitt sindur. Í mun til sama tíðarskeið í fjør, er avreitt fyri 146 milliónir, ið er ein øking á góðar átta milliónir.
Tær størstu minkingarnar eru at finna í upsanum og kalvanum, har avreiðingarvirðið á upsanum er minkað við 14% og nærum eini helvt á kalva.
Nærri nágreinaði tøl eru at finna á heimasíðuni hjá Hagstovuni.










