Fyrra hálvár 2009 hevur IRF tikið ímóti 72.127 rúmmetrum av burturkasti. Hetta er ein minking upp á 7,5 prosent í mun til fyrra hálvár í 2008.
Ein tann fyrsti vísarin, ið neyvt kann vísa fíggjarstøðuna hjá einstøku familjunum í landinum, er mongdin av burturkasti. At fólk eru vorðin meira sparin og ansa betri eftir, hvussu tey gagnnýta hvørja krónu best, sæst nú eisini aftur í mongdini av burturkasti, ið IRF tekur móti.
Fyrra hálvár í ár er mongdin av burturkasti minkað við góðum 7,5 prosentum, samanborið við sama tíðarskeið í fjør.
Meginparturin av burturkastinum verður brendur, góð 77 prosent, meðan sløk 22 prosent verða send til endurvinning. Eitt gott prosent verður tyrvt.
Eftir umbyggingina í vetur byrjaði Brennistøðin at brenna aftur seinast í apríl. Teir tríggjar fyrstu mánaðirnar, mai, juni og juli, brendi brennistøðin 5.519 tons. Tað eru 1.278 tons fleiri enn somu tíð í fjør.
Burturkast at brenna minkaði góð átta prosent fyrra hálvár í ár í mun til somu tíð í fjør. Burturkast at endurvinna minkaði ikki so nógv, góð tvey prosent, meðan burturkast, sum skal tyrvast, minkaði næstan 37 prosent fyrra hálvár í ár í mun til fyrra hálvár í 2008.
Nøgdirnar av burturkasti, sum verða tyrvdar, eru lutfalsliga smáar, og tí kunnu sveiggini vera stór frá ári til árs.
Henda uppgerðin fevnir bert um móttiknar nøgdir av burturkasti frá kundum í fyrsta liði.










